2016-01-31 23:02
Neistin og StÍF møttust í dag í bólki 1 í Coca-Cola steypakappingini hjá kvinnum. Bæði liðini vóru víðari áðrenn dystin, og tí skuldi spælast um hvør slapp víðari sum 1'ari.
Dysturin byrjaði javnt, og liðini fylgdust væl allan seinna hálvleik. Eftir 15. minuttir var støðan 8-8, og liðini fóru til hálvleiks við støðuni 15-15.
Í seinna hálvleiki komu bara 16 mál tilsamans, StÍF skoraði fyrsta málið í seinna hálvleiki eftir tveir minuttir, men tað skuldu ganga heili 8. minuttir av seinna hálvleiki áðrenn Neistin fekk sítt fyrsta mál. StÍF vann dystin 21-25, og komu tí víðari sum 1'ari.
StÍF: Lív Arge, Michala C. Matherm E. Ingirbjørg S. Kass, Fríðrún D. Olsen 10, Rebekka Justinussen 4, Erla Petersen, Bára Berthelsen 3, Gudrun Gærdum, Poula D. Berg, Sunfríð B, Jóhansen, Guðrið Poulsen 3, Birna Tummasardóttir 4, Ansy Sevdal og Paula B. Høgnesen 1.
Støður:
5. min. 3-2
10. min. 5-5
15. min. 8-8
20. min. 9-10
25. min. 11-12
30. min. 15-15
35. min. 15-16
40. min. 16-19
45. min. 18-21
50. min. 19-23
55. min. 20-24
60. min. 21-25
Dómarar: Heri Petersen og Jákup S. Simonsen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald