Ítróttur

StÍF vann 24-21 á Team Klaksvík

...

2014-11-23 02:15 Author image
placeholder

 Í Atlantic Airwaysdeildini er ein dystur leiktur í Klaksvík í kvøld, dysturin var millum Team Klaksvík og StÍF. Talan var um eina botnuppgerð, bæði liðini høvdu 4 stig og lógu niðast í AA-deildini.

Tað var Team Klaksvík, sum byrjaði betri, teir runnu undan strandingunum fyrru helvt av fyrra hálvleiki, støðan tá ið fyrri hálvleikur var halvrunnin var 8-4 til Team Klaksvík, hálvleiksstøðan gjørdist 11-9 til Team Klaksvík.

Men í seinna hálvleiki vóru tað strandingar, sum vóru teir stinnaru, tá ið seinni hálvleikur var hálvrunnin førdi StÍF 15-17, endaliga úrslitið gjørdist 21-24 til StÍF.

Dysturin var eitt sindur rokaligur, tveir av StÍF leikarunum noyddust av vølli við skaða, 

Støðan
NummarLiðDystirV.m.T.m.MunurStig
1VÍF92431974616
2Kyndil102312032815
3H7192181873110
4Neistin9201231-307
5KÍF8205217-126
6StÍF10240257-176
7Team Klaksvík9209255-464


Í morgin kl. 16 verður ein dystur í Kollafirði millum KÍF og Neistan.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder