Ítróttur

StÍF og Neistin vunnu stórsteypadystirnar

...

2013-09-15 00:15 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Kvinnudystin, sum var millum Neistan og VB vann Neistin 28-25 og mansdystin millum StÍF og KÍF vann StÍF 32-25.

Dysturin StÍF-KÍF:

Liðini fylgdust væl allan fyrra hálvleik, men StÍf hevði hug at draga frá í seinnu helvt av fyrra hálvleiki - hálvleiksstøðan gjørdist 18-16 til StÍF.

KÍF kom uppá javnleik 19-19 í 4. minutti, støðan gjørdist eisini 20-20 í 6. minutti, men tað ið eftir var førdi StÍF - teir vunnu trygt 32-25.

Teir seinastu tríggir minuttirnir gjørdust buldrutir - 2 útvísingar til StÍF og 1 til KÍF - 2 brotskøst til KÍF, men teir brendu bæði.

StÍF: Levi Nybo, Eyðfinn Poulsen, Fríði R. Djurhuus 2, Jón Rasmussen 1, Sveinur Justinussen 2, Steinar Prestá 3, Jóhannus M. Henriksen, Jógvan G. Joensen 7, Kim Weihe, Kjartan Johansen 9, Marius Joensen 3, Jákup Bertelsen 1, Annfinn Joensen 1 og Allan Norðberg 2.

KÍF.Emil Dam, Jaspur Joensen, Teitur Joensen, Atli Hammer, Hans Eli Sigurbjørnsson 6, Rógvi Weyhe 1, Fróði Weyhe, Runi Joensen 2, Jákup Trygvason 2, Rasmus Joensen 2, Ludvíg Súnason 2, Hjalti Matras og Niclas Selvig 10.

Dómarar: Ragnar Simonsen og Daniel Rapa.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder