Dysturin á Skála í kvøld millum FTZ-liðini StÍF og KÍF var javnur og spennandi allar 60 minuttirnar, men ikki so væl leiktur. Liðini skiftust at liggja omaná ongantí var meira enn 2 mál á muni, tað gjørdi at spenningurin helt sær líka til seinasta bríksl.
Sigurin kundi í kvøld farið báðar vegir, og eg haldi ikki, at tað er ov nógv sagt, at javnleikur gjørdi, at bæði StÍF- og KÍF-leikararnir vórðu nøgdir, hálvleiksstøðan var 14-12 til StÍF.
StÍF: Isak Olsen, Fríði R. Djurhuus, Leivur Justinussen 1, Sverri Jensen 2, Pætur Johansen 2, Teitur Nielsen, Sverri Justinussen 6, Kjartan Johansen 12, Eli Gærdum, Borgar M. Petersson, Jógvan G. Joensen og Marius Joensen 2.
KÍF: Emil Dam, Pætur H. Skýlindal, Andrias Nielsen 6, Fríði Weyhe 6, Tony Weyhe 2, Poul F. Egholm 1, Teitur Joensen 1, Hans Eli Sigurbjørnsson 6, Rógvi Weyhe, Rúni Joensen 2, Jákup Trygvason og Ási Dam 1.
KÍF liggur nú á 2. plássi við 13 stigum, StÍf hevur 9 stig og liggur nr. 4. ( Sí støðuna í FTZ-deildini niðast í greinini)
Støður:
5. min. 2-3
10. min. 5-5
15. min. 8-8
20. min. 10-10
25. min. 12-11
30. min. 14-12
35. min. 15-13
40. min. 17-15
45. min. 18-18
50. min. 21-22
55. min. 23-23
60. min. 25-25
Dómarar: Gunnar Djurhuus og Jákup Símun Simonsen
Áskoðarar: 150
H71 vann í kvøld 29-24 á Kyndli.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald