Við sigrinum 22-26 á Stjørnuni, í KÍ-høllini í kvøld, komu StÍf kvinnurnar á stigatalvuna. Tær høvdu áðrenn dystin ímóti Stjørnuni tapt allar sínar 3 dystir, hinvegin so hevði Stjørnan 2 stig fyri 2 dystir.
Dysturin var javnur fyrru helvt av fyrra hálvleiki, tá ið fyrri hálvleikur var hálvrunni vísti máltalvan 7-8 til StÍf, men so dróg StÍf frá, hálvleiksstøðan var 12-17
Í seinna hálvleiki nærkaðust Stjørnukvinnurnar gestunum av Strondum. Tá ið 22 min. vóru leiktir, vísti máltalvan 20-22 og løtu seinni var støðan 21-23, men so runnu StÍf-kvinnurnar frá Stjørnuni og vunnu trygt 22-26.
Støður:
5. min. 2-2-
10. min. 5-5
15. min. 6-7
20. min. 7-12
25. min. 10-14
30. min. 12-17
35. min. 14-18
40. min. 15-19
45. min. 18-20
50. min. 19-22
55. min. 21-24
60. min. 22-26
Stjørnan: Racura Ungurcanu, Ana Maria Eceterinescu 10 og eina útvísing, Una Váðklett 3 og eina útvísing, Edith Hansen 1, Maria Højgaard, Mina Sirdal 3 og eina útvísing, Ella Petersen 2 og eina útvísing, Jancy Jacobsen 1, Ingrid Johannesen, Jóhanna í Króki 1 og eina útvísing, Kristina Poulsen 1, Rebekka Poulsen, Poula Leivskarð, Jórun Nielsen, Annika Arge og Anna Jacobsen.
StÍf: Barbara í Billustovu, Katrin Jacobsen, Ingun Mørkøre, Heidi Sevdal 1 og tvær útvísingar, Rebekka Justinussen 8, Bára Bertelsen 7, Erla Petersen eina útvísing, Sunfríð Johansen, Gurðið Poulsen 4 og eina útvísing, Sólfríð Christiansen 1, Birita Poulsen 1, Rebekka Polsen 2, Rannvá R. Jacobsen 1 og eina útvísing, Ansy Sevdal 1.
Dómarar: Daniel Rapa og Ragnar Simonsen.
Les eisini >>Hondbóltur: Meting um komandi dystir<<
Fleiri myndir frá dystinum kunnu síggjast her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald