Tað hava verið tveir dystir í Hvonn-deildini í dag.
Í Havn tók oddaliðið Neistin, sum áðrenn dagsins dyst bert hevði tapt eitt stig í ár, móti StÍF sum lá næstniðast.
StÍF byrjaði dystin betur, og komu á odda 0-2 beinavegin, Neistin fekk sítt fysta mál eftir 5. minuttir, og eftir 9. minuttir var Neistin fyrstufer á odda, tá støðan var 5-4. Liðini fylgdust so allan fyrra hálvleik, og hálvleiksstøðan var 12-12.
Sama gongd helt sær í seinna hálvleiki, men móti dystarenda kom StÍF á odda við tveimum málum 19-21, seinastu fimm minuttirnar komu bert tvey mál í dystinum, har liðini fingu eitt í part, StÍF vann 20-22 á Neistanum.
Eir Berg fekk 5 mál fyri Neistan, og Rebekka Justinussen fekk 7 mál fyri StÍF.
Hin dysturin var í Vági, har VB tók móti VÍF.
VÍF fekk eina flúgvandi byrjan, og komu á odda 6-2 tá bert 8. minuttir vóru spældir. Hálvleiksstøðan var 9-12 til VB. Eftir 13. minuttir í seinna hálvleiki var VÍF á odda 13-22, VB kvinnurnar gjørdi tað, tað vóru mentar at minkað um munin, og endaliga úrslitið gjørdist 21-24.
Hjá VB fekk Danjela Mistric 7 mál, og hjá VÍF fekk Marianna H. Jacobsen 9 mál.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald