2016-08-02 10:05
StÍF hevur gjørt avtalu við danska Tomasz Zilberberg um at vera høvuðsvenjari hjá monnunum og somuleiðis ein partur av kvinnuliðunum. Harumframt verður hann ungdómsvenjari. Saman við ungdómsvenjarunum hjá StÍF vænta vit, at grundarlagið fyri einum sterkum ungdómsarbeiði er styrkt munandi.
Tomasz, sum hevur fortíð sum leikari í danska felagnum IF Stadion og sum venjari ymsastaðni í Danmark, er 44 ára gamal og er giftur við Mette Understrup Zilberberg. Tomasz hevur tvey børn, Oliviu (4) og Mathias (13).
Í hondbólti leggur Tomasz dent á harða verju og skjótt kontraspæl í fyrstu bylgju. Honum dámar væl at menna leikarar og krevur nógv av sínum leikarum.
Vit í StÍF gleða okkum at arbeiða saman við Tomasz og vóna, at tit taka væl ímóti honum, tað skrivar felagið á heimasíðu síni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald