Ítróttur

StÍF ætlar at stápla nýtt og skilagott upp á beinini

...

2017-09-13 10:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Seinastu dagarnar hava vit havt upptakt við øllum liðnum í FTZ-deildini, sum byrjar um vikuskiftið. Og seinasta lið í ársins upptakt er StÍF, sum hevur fingið nýggjan venjara. Dia Midjord er nýggi venjarin hjá StÍF, hann hevur svara nøkrum spurningum.

Hvussu hava tit fyrireika tykkum til kappingina?

- Vit vandu styrkivenjing í nakrar vikur í summar, og byrjaðu við hallarvenjing um hálvan august.

Hava verið ov fáir, so allir spælarar eru ikki komnir í nøktandi grundvenjing enn. Vit eru afturút við kropsliga partinum, og tað gongur útyvir tekniska- og taktiska partin, sum tískil haltar aftaná. Men tað sær frægari út við manning nú, og venjingarnar geva eisini størri úrtøku.

Hvussu sær hópurin út í ár í mun til í fjør?

- Nakrir spælarar eru givnir, onkur er farin at lesa, og onkur spælari er farin til annað felag. Helst er hópurin nakað viknaður í mun til í fjør.

At hava fáar spælarar, nýtist tó ikki at vera ein veikleiki. Tí vit fáa hugsavnað okkum fult og heilt um hesar spælarar. Teir fáa nógva venjing, og tað gevur møguleikan at stápla nakað nýtt og vónandi skilagott upp á beinini.

Samanlagt hava vit ein smalan hóp við toliligum dygdum og hampiligum royndum. Nakrir raskir ungir spælarar eru ímillum, og tá ein blandar royndar eldri við raskan ungdóm, er tað ofta eitt gott grundarlag at byggja víðari á.

Kjartan Johansen er farin til Kyndil, og Borgar Persson er givin. Ungi danski málverjin Joakim Jürs er komin til felagið.

Teir yngru eru eitt ár eldri, og onkur yngri spælari aðrasteðs er eisini komin aftrat. Og helst verða vit fleiri, tá fótbóltskappingin endar.

Hvønn málsetning hava tit til kappingina?

- Tað týdningarmesta málið er, at spælararnir hvør sær mennast á tekniska-, taktiska- og fysiska økinum.

Vit royna at klatra so langt upp á stigatalvuna sum gjørligt. Um allir spælarar menna seg, mennist heildin eisini ??? og tá kann væl vera, at vit megna at skava nøkur stig saman.

Hvussu langt tað røkkur, kann bert tíðin vísa.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder