FSF.fo skrivar: Nú er greitt hvussu spælast skal í fjórðingsfinalunum í kappingini um Løgmanssteypið. Í Fuglafirði og í Havn verða grannauppgerðir á skránni.
Mánakvøldið var lutakast um, hvussu spælast skal í fjórðingsfinalunum í kappingini um Løgmanssteypið.
Róin Schrøter, formaður í Kappingarnevndini hjá Fótbóltssambandi Føroya stóð fyri lutakastinum, og har háttaði tað seg soleiðis, at í Fuglafirði og í Havn verða grannauppgerðir á skránni. ÍF fær vitjan av verandi steypavinnarunum úr Víkingi, meðan Giza/Hoyvík hevur heimavøll ímóti HB.
Fjórðingsfinalurnar:
B36 - EB/Streymur
Giza/Hoyvík - HB
ÍF - Víkingur
NSÍ - AB
Fjórðingsfinalurnar verða spældar mikudagin 22. apríl. Hálvfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið verða spældar 21. mai og 3. juni. Steypafinalan 2015 hjá monnum verður á Tórsvølli leygardagin 29. august.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald