Ítróttur

Steypakappingin í broyttum líki byrjar nú

...

2015-12-03 18:13 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Um vikuskiftið byrjar steypakappingin í flogbólti, bæði hjá kvinnum og monnum.

Kappingin í ár er broytt munandi samanborin við undanfarin ár, tí nú verður spælt í bólkum, har tað bara er sjálv steypafinalan, sum stendur uppá spæl.

???Tíðin var komin til at broyta kappingina soleiðis, at liðini í hesum dystunum bara hava fokus á steypakappingina, og ikki eisini á landskappingina. Tað er tað sum vit nú hava gjørt,??? sigur Magnus Tausen, formaður í Flogbóltssambandi Føroya.

Síðan steypakappingin varð endurstovnað fyri skjótt nógvum árum síðan, hevur kvalifikatiónin verið knýtt at vikuskiftiskappingunum, og seinnu árini eisini at fyrru hálvu av landskappingini, men tað er hetta, sum nú verður broytt.

???Í ár verður kappingin skipað sum bólkaspæl. Tað eru tveir bólkar, bæði hjá monnum og kvinnum, og liðini spæla ein dyst móti hvørjum øðrum. Nummar eitt og tvey í hvørjum bólki spæla so hálvfinalu, sum verður í høllini á Hálsi 2. januar, við øllum tí, sum hoyrir til m.a. taraflex-gólvi og øllum,??? sigur Magnus Tausen.

Hjá kvinnum eru átta lið, fýra í hvørjum bólki. Níggju lið høvdu meldað til, og tí spældu KÍF b og Fleyr b undandyst um hálvan november, og hann endaði við sigri til Fleyr b, sum tí vann sær pláss í bólki I hjá kvinnum, saman við steypavinnarunum frá í fjør, Drátti, KÍF og SÍ. Í hinum bólkinum eru TB, Fleyr, Mjølnir og ÍF.

Fyrstu dystirnir hjá kvinnum vera millum hesar:

Í bólki eitt spæla Dráttur og KÍF a á Giljanesi leygardagin klokkan 14, og SÍ og Fleyr b í Sørvági sunnudagin klokkan 14. Í bólki II spæla ÍF og TB á

Kambsdali leygardagin klokkan 13 og Fleyr og Mjølnir í Gundadalshøllini sunnudagin klokkan 14.

Hjá monnum eru liðini býtt soleiðis, at steypavinnararnir úr SÍ eru í bólki I saman við Mjølnir og Ternuni, og hin steypafinalisturin frá í fjør, ÍF er í bólki II saman við Fleyr a og Fleyr b.

Her vera tveir dystir um vikuskiftið, ein í hvørjum bólki. ÍF og Fleyr a úr bólki II spæla í Kambsdali leygardagin klokkan 16, og SÍ og Mjølnir úr bólki I spæla í Sørvági sunnudagin klokkan 16.

Sum nevnt fara nummar 1 og 2 í hvørjum bólki víðari í hálvfinalurnar, sum verður í Ítróttarhøllini á Hálsi leygardagin 2. januar. Hálvfinalurnar kunnu roknast sum ein aðalroynd til sjálva finaluna, tí henda dag verður spælt á serliga taraflex-gólvinum, eins og gjørt verður sjálvan finaludagin, sum verður leygardagin 20. februar.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder