Ítróttur

Steypakappingin: Avgerðin fellur - KÍF ella Ternan

...

2017-01-05 13:55 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

....... ella Dráttur ??? ja alt kann henda, tá KÍF og Ternan spæla seinasta dystin í bólki 1 í steypakappingini í flogbólti.

Tvey lið í bólkinum koma víðari til hálvfinalurnar, og Fleyr hevur vunnið rættin sum nr. 1 í bólkinum.

Undan dystinum í kvøld liggur Dráttur á 2. plássi við 4 stigum, meðan KÍF og Ternan bæði hava 2 stig. KíF hevur ein settmun upp á -1, meðan Ternan hevur ein mun upp á -2.

Vinnur KíF dystin, eru tær víðari saman við Fleyr, men um Ternan vinnur 3-0 ella 3-1, so hava tær bjarga sær hálvfinaluna, men um Ternan vinnur 3-2, so verður tað Dráttur, sum framvegis er við í steypafinaluni.

Í landskappingini liggur KÍF á øðrum plássi, meðan Ternan liggur á 8. plássi.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder