
Seinnapartin leygardagin vera steypafinalurnar í kvinnu- og mansflogbólti spældar í høllini á Hálsi í Havn.
Fyrri dysturin verður klokkan 13.30, tá kvinnuliðini hjá Fleyr og SÍ bresta saman, og klokkan 15.30 spæla mansliðini hjá SÍ og ÍF.
FBF hevur nú kunngjørt, hvør tað verður sum skal leiða dystirnar sum 1. dómari, og tann uppgávan er latin Jan Hentze upp í hendi. Jan hevur drúgvar royndir sum dómari, bæði her heima og sum altjóða dómari uttanlands.
Jan hevur fleiri ferðir áður dømt bæði steypafinalur og FM-finalur, og er í fleiri ár á rað kosin ársins dómari av føroysku leikarunum.
Nú er tað so í flogbólti, at tað skulu tveir dómarar til hvønn dyst, og tí fær Jan Hentze Suna Hansen afturat sær til kvinnufinaluna og Tummas ??la Mortensen til mansfinaluna.
Hesir báðir hava eisini drúgvar royndir sum dómarar, og tí er einki at ivast í, at finalurnar báðar eru í tryggum hondum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald