Í sambandi við steypafinalurnarí flogbólti í dag og í morgin verður nýggj stroymingútgerð royndarkoyrd.
Hetta verður gjørt í samstarvið millum Avlux v/ Hans Andor Johannesen og Flogbóltssamband Føroya.
Høvuðsprinsippið í nýggju útgerðini er, at upptøkutólini eru mannleys, og at tey sjálvi eftir rørðslum í høllini avgera, hvat myndatól upptekur.
Hetta er sera framkomin útgerð, sum í løtuni verður roynd í høllini á Hálsi.
???Vit eru í samskifti við kommununa um hvørt áhugi er í at seta skipanina upp???, sigur Hans Andor Johannesen. ???Hetta er eitt sera hent amboð, tá íð talan er um menning av ymsum ítróttargreinum, og skipanin er sera væl egnað til eitt nú eftirmeting av dystum og venjingum???.
Magnus Tausen, frá Flogbóltssamband Føroya sigur, at hetta er ein sera spennandi verkætlan, sum stendur fyri framman, og sum kann verða av stórum týdningi hjá venjarum og øðrum, sum fáast við ítrótt.
Upptøkutólini eru moterað í loft og veggir í høllini, og eru sum sagt mannleys, men kunnu stýrast frá einum i-pad ella øðrum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald