2016-02-22 03:00
Eftir ein sera vælleiktan dyst - har serliga fyrsta settið var spennandi - og liðini skiftus um at vera á odda, eydnaðist tað SÍ at vinna 26 - 24.
Næsta settið fylgdust liðini eisini, men men móti endanum av settinum vísti SÍ dreingirnir at teir ætlaðu sær at vinna seinasta dystin á hesum steypafinaludøgunum.
Settið endaði við einum sigri upp á 25 - 18, og tað var serliga móti endanum á settinum at tað steðgaði upp hjá Fleyr - men ein uppiborðin steypasigur hjá SÍ.
Dagsins leikarar:
SÍ: Jón Weihe Simonsen
Fleyr:Dávið Hentze
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald