Ítróttur

Steypafinalan í hondbólti hjá monnum

...

2017-02-16 08:48 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Komandi leygardag 18. februar kl 16:00 verðu finalan í Faxe Kondi kappingini hjá monnum millum H71 og StÍF.

H71 vann finaluna í fjør 28-22 ímóti Neistanum. Seinast teir vunnu finaluna áðrenn hetta var í 1998. Tá vann H71 23-20 á Kyndli. Frá 1985 til 2016 hava H71 verið fýra ferðir í finaluni og vunnið hana tvær ferðir.

Seinast StÍF var í steypafinaluni, var í 2013, har teir taptu 35-26 ímóti KÍF. Í tíðarskeiðnum 2001 til 2008 vóru StÍF í øllum finalunum. StÍF vann seks av teimum átta finalunum teir leiktu. Í tíðarskeiðnum 1985 til 2016 hevur StÍF verið í finaluni 11 ferðir og hava vunnið finaluna seks ferðir.

Í landskappingini liggur H71 fremst við 25 stigum, 4 stig frammanfyri VÍF. StÍF liggur á næst aftasta plássi við 10 stigum. Sostatt er finalan millum nummar eitt og nummar 6. StÍF og H71 hava spælt tríggjar dystir ímóti hvørjum øðrum hetta kappingarárið, har H71 hevur vunnið tveir, tann eina 23-36, og hin 21-24. Tann triðja dystin spældu liðini javnt 25-25, so hóast tað er stórur munur á stigatalvuni, so kann tað blíva ein sera jøvn finala.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder