Kristian Mikkelsen, venjari hjá Fleyr, sigur, at Fleyr skal hava steyp í ár. Tá tað er sagt, vil hann tó ikki átaka sær favorittleiklutin í mansfinaluni, sum hansara lið skal spæla móti SÍ
Skulu vit máta eftir hvussu gondin hevur verið í seinastuni, so er eingin ivi um, at SÍ er favorittur. Liðið hevur vunnið alt síðan nýggjár, meðan Fleyr hevur tapt fleiri dystir.
Hinvegin liggur Fleyr so langt fremst á stigatalvuni, at finaluplássið í kappingini um FM longu er komið í hús. Soleiðis meira ella minni, uttan vit tó hava roknað allar matematisku møguleikarnar út.
Tí hevur liðið vant tungt í januar, fyri at kunna hava tað sum skal til fyri at halda kappingarárið út.
Men nú kemur steypafinalan
Men nú kemur steypafinalan, og í grundini er tað byrjanin uppá endan á kappingarárinum. Gamaní eru slakir tveir mánaðir til FM-finalurnar eru avgreiddar heilt, men tá steypafinalan, við øllum sínum fokusi er av, er helvtin av kappingini avgjørd.
Fyri tveimum vikum síðan vann Fleyr 3-0 á Ternuni í hálvfinaluni, í einum dysti, sum vísti at Fleyr er væl fyri.
Í morgin er tað SÍ sum stendur fyri. SÍ, sum er liðið í 2017, tí sørvingarnir hava vunnið alt. Men skulu menninir hjá Fleyr á fyrsta sinni vinna steypakappingina hjá FBF, so skal SÍ setast til viks.
Fleyr hevur bara verið í einari finalu fyrr, í 2006, og hana taptu teir. Tað var samstundis einasti dysturin, sum Fleyr tapti tað árið. Teir vunnu FM, men steypafinaluna taptu teir.
- Tað vilja vit sjálvandi gera nakað við, so tí fara vit sjálvandi eftir sigrinum, sigur Kristian Mikkelsen, venjari hjá Fleyr.
Kravið er FM gull eisini
Hann hevur sett sær sum mál, at Fleyr skal vinna gull í ár, spurningurin er so, um tað skal vera nú, í steypakappingini, um tað skal vera FM ella um liðið skal vinna greipuna.
- Nei, tað fært tú meg ikki at siga. Vit fara á vøllin við tí fyri eyga at vinna, og tað gera vit eisini í morgin. So mugu vit síggja, hvussu langt tað røkkur, sigur Kristian Mikkelsen.
Hann er greiður yvir, at tað er munur á royndum, tá tað snýr seg um finalur. SÍ hevur so nógv royndari hóp, tí bæði teir gomlu og teir ungu hava drúgvar royndir. Bæði við steypafinalum, FM-finalum og landsdystum. Fleyr er ikki á sama stigi, hvat tí viðvíkur.
- Tað hevur sítt at siga, men vit hava eitt gott lið, sum vit eisini vístu í hálvfinaluni móti Ternuni. Og tað ætla vit at fáa framaftur móti SÍ. Tað er ein heilt, heilt onnur uppgáva, men vit fyrireika okkum til hana og so mugu vit síggja, hvussu langt tað røkkur, sigur Kristian Mikkelsen.
Havnafólk møtið fjølment
Hann vónar, at havnarfólk møta fjølment fyri at stuðla sínum liði í høllini á Hálsi í morgin. Tað hevur stóran týdning, sigur hann og vísir á, at sørvingar koma manssterkir til Havnar at stuðla. Hvørja ferð teirra lið spælir finalu.
- Tað koma eini 400 fólk úr Sørvági at stuðla, og tað ger stóran mun, um teir hava eina størri áskoðarafjøld. Tí vóni eg, at fólk koma í høllina at stuðla okkum. Vit fara í øllum førum at gera okkara besta fyri at vinna og fyri at áskoðararnir skulu fáa ein góðan dyst, sigur Kristian Mikkelsen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald