Venjarin hjá kollafjarðarkvinnum er ógvuliga spentur til steypafinaluna, sum er um vikuskiftið, og hann gleðir seg til ein spennandi dyst. Hann vil ikki hoyra talan um, at hansara lið er favorittur, men tey fara eftir fyrsta steypasigri til flogbóltsfelagið í Kollafirði
- Eg rokni við at vit fáa ein javnan og spennandi dyst. TB hevur klárað seg væl í seinastuni, m.a. tí tær eru betur samanspældar enn tær vóru fyrr í ár. Men vit hava eisini eitt gott lið, sum hevur klárað seg væl í seinastuni, og tí fara vit sjálvandi á vøllin fyri at vinna.
Tað sigur Ragnar í Haraldsstovu, venjari hjá KÍF, sum saman við liði sínum er komin rættiliga langt í fyrireikingunum til steypafinaluna í kvinnuflogbólti, sum verður leygardagin klokkan 13.00.
Finalan, sum verður móti TB, er bara tann næsta sum KÍF spælir, og tað eru 11 ár síðan felagið seinast var í finaluni.
Royndir leikarar
Gamaní er talan um fleiri royndar leikarar; fleiri av KÍF-leikarunum hava spælt á landsliðnum, men tær hava ikki so nógvar royndir við finalum. Tað kann hava ávirkan á avrikið, heldur Ragnar í Haraldsstovu.
- Hasi viðurskiftini kunnu ávirka, men í hálvfinaluni vístu okkara leikarar, hvat tær kunnu gera, tá tingini koyra. Sjálvur haldi eg ikki, at vit spældu tann besta dystin tann dagin, men kortini spældu vit væl. Og vit fingu víst, hvør dugur er í okkara leikarum, sigur venjarin hjá KÍF.
Hálvfinalan endaði við greiðum 3-0 sigri til KÍF, og sannleikin er, at tað var bara í triðja setti, at SÍ bara so nøkulunda megnaði at leggja trýst á. Tað er venjarin nøgdur við.
Hann er eisini nøgdur við mátan, sum hansara lið kláraði at leggja trýst á mótstøðuliðið í hálvfinaluni. Tað skal helst endurtakast.
Stórt servitrýst
- Vit løgdu eitt stórt servitrýst á, og tað hevði SÍ ilt við at standa ímóti. Eisini løgdu vit stórt trýst á tær í álopsspælinum, og eftir mínum tykki var eingin ivi um, at KÍF var betra liðið tann dagin. Tað er hetta, sum vit skulu endurtaka í finaluni. At leggja trýst á TB frá byrjan, sigur hann.
Hóast hann hevur eisini hevur hugt at dystinum millum TB og Fleyr, og eisini hevur gjørt sær nakrar tankar um, hvussu TB spælir, so ætlar hann ikki at leggja spælið hjá KÍF eftir spælinum hjá TB.
- Vit fara á vøllin fyri at spæla okkara spæl, og fáa vit fatur á rætta endanum skal TB spæla væl fyri at vinna. Vit trúgva uppá egnan mátt og vit fara eftir sigrinum, sigur Ragnar í Haraldsstovu.
Hann væntar sum sagt ein javnan og spennandi dyst, og hyggja vit at tølunum fyri undanfarnu dystirnar millum liðini í ár, so kann tað vera samanhangur í.
TB og KÍF hava hitst tvær ferðir í ár og liðini hava vunnið hvør sín dyst. TB vann 3-1 í Trongisvági og KÍF vann 3-0 í Kollafirði. KÍF vann 25-22, 25-15 og 25-23 í fyrsta dystinum í hesum kappingarárinum, og TB vann 25-17, 20-25, 25-21 og 25-16 fyri trimum vikum síðan.
- Tað vísir, at TB er komið væl betur fyri seg út á árið, og tí skal man ikki ganga so høgt uppí, at tað eru so nógv stig á muni í landskappingini. Tí er heldur ikki rætt at gera okkum til favorittar, sigur Ragnar í Haraldsstovu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald