Politikkur

Steðgur í makrelsamráðingunum

...

2014-01-17 19:52 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 KVF.FO:

Føroyar gera onga avtalu uttan so, at vita fáa tað, sum vit eiga at fáa, sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður

Strandalandasamráðingarnar í London um makrelfiskiskapin vórðu niðurlagdar fyrr í morgun, men tær eru ikki endaðar.

Samráðingarnar verða tiknar upp aftur mikudagin, og ætlaðu samráðingarnar í næstu viku um sild og svartkjaft verða tí útsettar.

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, sigur, at Føroyar gera onga avtalu uttan so, at vit fáa tað, sum vit eiga at fáa.

Hoyr samrøðu við landsstýrismannin í fiskivinnumálum í útvarpstíðindunum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder