JN

Status á eldraøkinum

...

2016-01-19 04:04 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Mikukvøldið, 20. Januar kl. 19.00 skipar TIGN fyri almennum fundi í AULINI á Læraraskúlanum.

Á skránni verður orðaskifti um STATUS á eldraøkinum, nú eitt ár er fráliðið, síðani økið bleiv lagt út til kommunurnar.

Vit hava hoyrt í miðlunum, millum annað frá formanninum í Skálafjarðarsamstarvinum, at eldraøkið har fer at kosta 5,8 milliónir krónur meiri enn mett varð, og at orsøkin er, at eldraøkið er dýrari enn almannaráðið hevði upplýst.

Líknandi støður hava eisini verið at hoyrt frá øðrum kommunum.

Á fundinum verða stuttar framløgur frá teimum ymisku Borgarstjórunum um støðuna á eldraøkinum.

Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu.

Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu.

Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu.

Jóhan Christiansen, borgarstjóri Eysturkommuna.

Rósa Samuelsen, borgarstjóri í Vága kommunu.

Pauli T. Petersen, borgarstjóri í Vestmanna kommunu.

Mikkjal Sørensen, formaður fyri Bú- og heimatænastuna í Suðuroy.

Gerhard Lognberg, borgarstjóri í Skopun.

Eyðgunn Samuelsen, Almannaráðið.

Sirið Stenberg, Heilsumálaráðið.

Orðaskifti

Orðstýrari á fundinum verður Jón Brian Hvidtfeldt.



Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder