2013-08-07 04:24
www.oljan.fo skrivar:???Vit eru ikki vís í, um vit fara at finna lønandi nøgdir av kolvetni, men um vit gera tað, halda vit, at talan verður um so mikið stórar nøgdir av olju/gassi, at tær megna at gjalda aftur íløgurnar fleiri ferðir.
Hetta sigur Rúni M. Hansen, stjóri hjá Statoil í samrøðu við norska blaðið ???Bergens Tidende??? nú um dagarnar. Heitið á greinini er ???Satsar tungt på uviss oljeleiting???.
Hesi úttalilsi koma, nú Statoil er við at fyrireika at bora tveir brunnar á føroyska landgrunninum næsta ár. Tann eini er framhald av Brugdan 2 brunninum inni á landgrunninum, sum sett varð á at bora í fjør. Hin er ein nýggjur leitibrunnur yðst á landgrunninum tætt upp at markinum til Bretland.
Blaðið skrivar, at tíðindini um brunnarnar vórðu at lesa á føroyska oljuportalinum í sambandi við, at tvey høgtstandandi umboð fyri ExxonMobil vóru á vitjan í Føroyum. Og blaðið endurgevur eisini føroyska miðilin fyri at siga, at samlaða íløgan í báðar brunnarnar fer at nærkast 1,5 mia. kr.
Rúni M. Hansen sigur við blaðið, at Statoil brúkar ikki pengar uppá at leita eftir olju uttan at trúgva, at tað fer at finna olju. Statoil er í Føroyum fyri at forvinna pening. Her er talan um forrætning.
???Men vit vita eisini, at vit ikki altíð finna tað vit vóna at finna???.
Blaðið skrivar, at komandi summar fer at vera nógv virksemi í Føroyum í sambandi við boringarnar. Har fara at arbeiða umleið 300 fólk hjá Statoil í Havn, oljuhavnini í Runavík og úti á boripallinum til havs.
???Bondini millum Norra og Føroyar eru tøtt. Mál okkara er at vera partur av leitingini í Føroyum frá byrjan og hava ein týðandi leiklut.???
Norska blaðið vísir á, at boring á føroyska landgrunninum hevur fleiri avbjóðingar við sær, nú stórur partur av undirgrundini er basalt. Tað ger tað trupult at síggja gjøgnum jarðløgini við seismikki. Tað er eisini ein avbjóðing at bora gjøgnum hart basalt.
Rúni M. Hansen sigur tó við blaðið, at Statoil var fyrsta oljufelagið, sum boraði gjøgnum basalt í Føroyum, og hann vísir á, at felagið hevur gjørt fleiri kanningar og granskað í at bora gjøgnum basalt, soleiðis at tað í dag megnar uppgávuna.
Eitt stórt oljufund kann gera Føroyar til eitt nýtt Kuwait, skrivar Bergens Tidende víðari. Rúni M. Hansen sigur í hesum sambandi, at teir 50.000 íbúgvararnir í oyggjunum hava eina realistisk mynd av oljuídnaðinum.
???Føroyingar ynskja ikki, at oljan skal avloysa fiskivinnu og aling, sum í dag standa fyri nærum 100% av útflutninginum. Oljan skal harafturímóti vera eitt ískoyti til verandi vinnur???.
Í sambandi við at fleiri føroyingar, sum fara av landinum at útbúgva seg og ikki koma heimaftur, tí einki arbeiði er, sigur føroyski Statoil-stjórin seg vóna, at oljan kann skapa møguleikar hjá føroyingum at finna góð arbeiði heima.
Mynd:
???Statoil satsar tungt på uviss oljeleiting???, skrivar norska blaðið Bergens Tidende. Rúni M. Hansen, Statoil-stjóri sigur við blaðið, at harða basaltið er ein stór avbjóðing. Her vitjar norski forsætisráðharrin, Jens Stoltenberg saman við Kaj Leo Johannessen, løgmanni, Statoilskrivstovuna í Havn, har Rúni M. Hansen greiðir frá boringunum komandi ár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald