VIDEO:Í mong ár hava arbeiðstakarar í flestu grannalondum okkara havt møguleika fyri at draga limagjald til sítt fakfeløg frá í skatti. So seint sum í 2015 var frádrátturin í Danmark fyri fakfelagsgjald tvífaldaður upp í 6.000 krónur um árið
Tað er upp á tíðina, at arbeiðstakarar í Føroyum, sum eru limir í einum fakfelag, verða líka stillaðir við arbeiðstakarar í grannalondum okkara, har tað í flestu av hesum londum hevur verið møguligt at draga limagjaldið frá í skatti.
Hetta hevur verið galdandi í eitt nú Danmark í mong, mong ár, hóast mest loyvdi frádrátturin onkuntíð er broyttur bæði niðureftir og uppeftir. So seint sum í 2015 var skattafrádrátturin fyri fakfelagsgjald hækkaður úr 3.000 krónum upp í 6.000 krónur um árið.
Sum Starvsmannafelagið so oftani hevur víst á, er tað týdningarmikið fyri okkara samfelag, at vit hava ein væl skipaðan arbeiðsmarknað sum einans letur seg gera við eini sterkari fakfelagsrørslu. Ein fortreyt fyri hesum er, at so nógv starvsfólk, sum tilber, eru skipað í fakfelag.
Tíverri er rákið í nógvum londum í dag, at limaskarin í fakfeløgunum minkar, og tað vísir seg, at fíggjarligar orsøkir eru til, at fleiri velja feløgini frá. Vit seta okkara álit á, at politisku flokkarnir síggja virðið í, at starvsfólk eru skipaði í felag, og at teir stuðla eini skipan við skattafrádrátti fyri limaskapi í fakfelag.
Higartil hevur tíverri ikki verið undirtøka í Løgtinginum fyri at loyva arbeiðstakarum at draga fakfelagsgjaldið frá, men vit vilja staðiliga heita á politisku flokkarnar um broyta støðu, so arbeiðstakarar okkara vera javnt stillaðir við starvsfelagar í grannalondum okkara.
Hoyr formannin í Starvsmannafelagnum, Súna Selfoss, her greiða frá, hví hetta málið hevur stóran týdning eisin at fáa framt í Føroyum. Síggj videoupptøku her:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald