Nú ber aftur til at søkja um at gerast starvslesandi á føroysku sendistovunum og í landsfyrisitingini. Vegnað ymiskar umleggingar hava vit útsett umsóknarfreistina til 26. oktober 2015.
Føroysku sendistovurnar í Brússel, Keypmannahavn, London og Reykjavík taka væntandi inn starvslesandi komandi hálvár. Tað ber tíverri ikki til at gerast starvslesandi í Moskva hesaferð.
Umsøkjarar kunnu senda umsókn uttan raðfesting ella raðfesta, hvør sendistova hevur størst áhuga.
Umsøkjarar eru vælkomnir at seta seg í samband við sendistovurnar um møguligar arbeiðsuppgávur og áhugamál, áðrenn umsóknin verður send.
Stjórnarráðini í landsfyrisitingini taka eisini inn starvslesandi. Roynt verður at geva tí starvslesandi møguleikan at virka á tí ráðnum, ið hann/hon hevur raðfest. Umsøkjarar eiga at hava í huga, at málsøkjabýtið er nakað broytt, nú nýtt landsstýrið er skipað.
Tá søkt verður um at gerast starvslesandi á stjórnarráðunum, verður eitt oyðublað nýtt. Vit mæla tó umsøkjarum til eisini at senda eina motiveraða umsókn.
Upplýsingar um skipanina og umsóknarblað er at finna á:http://www.lms.fo/arbeidsoki/stjornarsamskipan/starvslesandi/
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald