Politikkur

Starvsfólkini í heilsuverkinum bjargaðu okkum várið

...

2020-07-08 13:40 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Vit fingu einki serligt vár í Føroyum í ár. ??r bestu tíðum við stórum fólkavøkstri og búskaparvøkstri vórðu vit brádliga noydd at lata samfelagið aftur. At seta ferðina niður. At senda fólk heim av arbeiðsplássunum og børnini heim av dagstovunum.

Sum formaður í Javnaðarflokkinum havi eg ongantíð áður verið so stúrin um viðurskiftini hjá føroyskum familjum og einstaklingum sum hesa tíðina. Fyri ikki at tosa um okkara eldru og sjúku, sum kanska bóru tyngstu byrðuna av øllum.

Brádliga noyddust vit sum land og politisk skipan at raðfesta annað enn fólkavøkstur, búskaparvøkstur og sosialan trivnað. Vit noyddust at arbeiða saman fyri at verja hvønn annan fyri vandamiklu sjúkuni.

Tað eydnaðist. Tað eydnaðist sjáldsama væl! Politiska skipanin gjørdi nógv rætt. Men tað er ikki politisku skipanini fyrst og fremst at takka. Tað er fyrst og fremst dugnaligu starvsfólkini í heilsuverkinum, sum hava staðið sum ein verjugarður millum okkum og sjúkuna, sum hava bjargað okkum gjøgnum hesa kreppuna. Koronakreppan vísti greiðari enn nakrantíð, at kjarnuvælferðartænasturnar rigga. Og hvussu stóran týdning starvsfólkini handan hesar tænastur hava fyri trygga og góða land okkara.

Tak bara Heilsufrøðiligu starvsstovuna, sum megnaði at gera kanningar skjótari enn nakar annar í heiminum. Tak tey trý sjúkrahúsini, sum hvør í sínum lag umskipaðu seg í skundi til at kanna og taka ímóti koronasjúkum. Tak starvsfólkini í eldrarøktini, námsfrøðingarnar og lærararnar, sum fingu umsorgan, ansing og undirvísing at bera til við nýggju tilmælunum.

Tá kreppan kom, stóðu vit saman. Og vit sóu, hvussu sterk vit eru, tá vit standa saman um sterku almennu skipanirnar.

Sterku vælferðasamfeløgini kláraðu seg best gjøgnum koronakreppuna

Í Onglandi, har størri partur av vælferðini er privatiserað, gekk munandi verri. Í USA og Brasil er at kalla einki tamarhald á støðuni, og serliga tey á samfelagsins lægstu rókum eru í stórum vanda. Tað eru fólkini uttan privatar sjúkratryggingar. Tey, sum búgva í trongum og óhóskandi íbúðarhúsum. Og tey, sum arbeiða við reingerð, í framleiðslu, í heilsuverkinum og við húsarhaldsburturkasti.

Orsøkin? Rætturin til eitt trygt og gott lív er í stóran mun privatiseraður í hesum londum, og atgongdin til góða heilsutrygd er avmarkað. Av tí sama er vælferðarskipanin kloyvd. Hon er ikki ment til at taka sær av fleiri enn teimum, sum kunnu gjalda. Samlaða mótstøðuførið og styrkin er tí minni í hesum londum. Almennu skipanirnar í sterku, fevnandi vælferðarsamfeløgunum eru nógv betri brynjaðar til at standa ímóti, tá heilsukreppa rakar. Júst tí at vit øll eru í somu skipan. Vit øll eru í sama báti. Og av tí at starvsfólkið gjøgnum áratíggju hava ment tænastur, vitan og eina tilbúgving, sum er galdandi fyri øll.

Koronakreppan vísti í grundini, at tey samfeløgini, sum stremba eftir at tryggja øllum sama rætt til heilsu og tryggleika, ikki bara eru tey rættvísastu, men eisini tey sterkastu.

Samanhald og samhaldsfesti er lykilin, tá kreppur raka. Lat okkum ongantíð gloyma tað. Og lat okkum frøast um, at okkara svar í krepputíðini var merkt av samhaldsfesti.

Góðar skipanir kosta pengar. Og skulu verjast!

Nú ein borgarlig stjórn situr við valdið í Føroyum, mugu vit sum javnaðarfólk vera á varðhaldi. Borgarligir flokkar siga seg ofta vilja taka sær av teimum veikastu, men tað er sjáldan, teir vilja gjalda tað, sum tað veruliga kostar. Vit hoyrdu ferð aftaná ferð undir valstríðnum, at almenni geirin er ov stórur; at almenn starvsfólk skuldu sparast burtur.

Tí skulu vit vera á varðhaldi, tá fíggjarmálaráðharrin roynir at steðga lønarvøkstrinum hjá ávísum fakfelagsbólkum.

Vit skulu vera á varðhaldi, tá samgongan sigur seg vilja spara í almenna geiranum uttan at siga okkum hvussu.

Og vit skulu vera á varðhaldi, nú landsstýrið endaliga avhendar fiskivinnuna til nøkur fá útvald. Tí tað merkir færri inntøkur til felagskassan.

Tað er ikki til stuttleikar, at almenni geirin í vælferðarsamfeløgum er stórur. Tað er ikki til stuttleikar, at landið krevur skatt inn frá borgarunum. ??ll vilja hava lægri skatt. Og øll vilja sjálvandi, at raksturin í landinum hongur saman. Tað gjørdi hann undir undanfarnu samgongu. Men eg má tíverri staðfesta, at tað ger hann ikki undir sitandi samgongu. Nýggja samgongan hevur uppá eitt ár megnað at vent stórum yvirskoti til undirskot ??? eisini, tá útreiðslurnar í sambandi við korona verða tiknar úr roknistykkinum. Hartil minka inntøkurnar til landskassan frá fiskivinnuni, og avleiðingin í longdini er púra greið:

Tað verða færri pengar til vaksandi tørvin á eldrarøkt og heilsurøkt. Almennu tænasturnar, sum bjargaðu okkum várið, gerast veikari. Samhaldsfestið, ið bar okkum gjøgnum kreppuna, verður niðurbrotið.

Tað verða færri pengar til tær tænastur, sum í koronakreppuni gjørdu okkum so sterk.

Tað er ikki vegurin fram móti tí góða samfelagnum.

Og tað er ikki soleiðis, vit tryggja øllum føroyingum sama rætt til eitt trygt og gott lív.

Aksel V. Johannesen, formaður Javnaðarfloksins

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder