JN

Starvsfólkini hjá Tórshavnar kommunu møta ikki fyrrenn kl. 11 tann 20. mars.

...

2015-03-05 18:24 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Í sambandi við sólarmyrkingina tann 20. mars er avgjørt, at okkara starvsfólk eiga at fáa høvið at uppliva hesa serstøku hending. 


Tí lata arbeiðspláss hjá Tórshavnar kommunu ikki upp fyrrenn kl. 11 henda fríggjamorgunin tann 20. mars 2015.

Mong foreldur velja at hava børnini heima henda dagin. Dagstovnarnir gera tí kanningar og skipa fyri ansing í mun til tørvin.

Undantøkini annars eru Brandstøð, Tórshavnar havn, heim, stovnar og onnur, ið veita neyðugar tænastur. Her verður arbeiðs- og upplatingartíð avtalað innanhýsis.

Tórshavnar kommuna hevur útvið 2.000 starvsfólk.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder