Lýsing

Starvsfólk til Stuðlar Børn Vágar

...

2021-07-08 15:55 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Almannaverkið søkir eftir einum starvsfólki til stuðulstoymið, sum er fyri smá børn í Vágum.

Um starvið

Starvið er í broti 1,0 at seta frá 01.09.2021 ella skjótast gjørligt. Møguleiki er eisini fyri niðursettum broti.

Arbeitt verður í skiftandi vaktum, tað vil siga í dag-, kvøld-, náttar- og vikuskiftisvaktum.

Arbeiðsuppgávur

Uppgávan er at skapa eitt trygt, umsorgarfult og mennandi umhvørvi og tryggja ein innihaldsríkan dag við upplivingum, nærleika, stuttleika og avbjóðingum.

Høvuðsuppgávan í dagligdegnum er at lurta, eygleiða og læra at samskifta við børnini, soleiðis at teirra tørvur verður nøktaður. At menna børnini og skapa karmar, soleiðis at tey kunnu virka og mennast og hava ein eins vanligan dag og onnur børn í teirra aldri.

Eisini verður arbeitt í sera tøttum samstarvi við foreldur, serlækna, fysioterapeut, ergoterapeut, talupedagog og onnur. Á hendan hátt uppbyggja vit eitt serfakligt og sterkt starvsfólkatoymi við serkunnleika innan hendan málbólkin.

Uppgávan er at vera um børnini, stuðla og vegleiða tey, fara við teimum til ymiskar venjingar og veita aðrar stuðlandi uppgávur.

Førleikar

Søkt verður eftir fólki við námsfrøðiligari, heilsufakligari ella sosialfakligari útbúgving. Neyðugt er, at umsøkjarar hava koyrikort.

Um Eind 4

Eind 4 varðar millum annað av virkseminum hjá Trivnaðardeplinum í Vágum.

Setanar- og lønarviðurskifti

Setanarøkið er Almannaverkið við tænastu í Trivnaðardeplinum, Eind 4. Tann, ið sett/-ur verður, má tola broytingar í starvinum, og at hetta kann verða umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur.

Setanar- og lønartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag við samráðingarrætti fyri økið.

Umsókn

Tú søkir starvið við at trýsta á tann grøna knøttin "Søk starvið".

Freist

Umsóknir skulu vera Almannaverkinum í hendi í seinasta lagi 19. juli 2021 kl. 23.00.

Nærri upplýsingar um størvini fáast við at venda sær til Biritu Clementsen, eindarleiðara, á tlf. 297453 ella Andreu Petursdóttir, leiðara, á tlf. 297449.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder