Hevur tú áhuga og hegni at átaka tær leiðslustarv í føroyska fólkaskúlanum og virka fyri alsamt at menna skúlans arbeiði, so hevur tú møguleika at søkja starvið sum varaskúlastjóri í Skúlanum á Giljanesi.
Í skúlanum á Giljanesi eru 314 næmingar í 10 árgangum, og 30 lærarar starvast í skúlanum. Starvið verður sett frá 1.maj ella skjótast gjørligt.
Um starvið
Søkt verður eftir varaskúlastjóra, sum undir ábyrgd og í samstarvi við skúlaleiðaran skal taka lut í fyrisitingarligu og námsfrøðiligu leiðsluni av virksemi skúlans. Harafturat skal viðkomandi duga at samstarva, vera fyrikomandi og fúsur at taka á seg uppgávur í samstarvi og eftir fyriskipan skúlaleiðarans.
Førleikakrøv
Umsøkjarar skulu hava fólkaskúlalæraraútbúgving og starvsroyndir í fólkaskúlanum. Harumframt er tað ein fyrimunur, um umsøkjarar hava leiðsluroyndir.
Lønar og setanarviðurskifti
Setanarøkið er undir Mentamálaráðnum við tænastu í Skúlanum á Giljanesi. Tann, ið sett/ur verður, eigur at tola broytingar starvinum viðvíkjandi.
Starvið verður lønt í lønarflokki 34.1 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag.
Undirvísingartímatalið verður ásett eftir galdandi reglum.
Umsóknir
Umsóknir við c.v. og avriti av prógvum skulu verða skúlastjóranum í hendi í seinasta lagi 30.apríl 2015 kl. 12.00
Nærri fæst at vita, við at venda sær til Skúlan á Giljanesi, við at ringja tlf. 344424 ella til skúlaleiðaran tlf. 794425 ella við at senda teldupost til skúlan [email protected]
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald