Vinna

Stapin tikin í Íslandi fyri at blaka fisk út

...

2019-08-03 09:09 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Frystilínuskipið Stapin er tikin í Íslandi fyri útblaking av fiski.

Í vikuni var línuskipið Stapin tikin í Íslandi fyri at blaka fisk út, tað skrivar mbl.is. Stapin var biðin um at koma inn á Vopnafjørð, har avhoyringar fóru fram.

Prógvini hjá íslendingum eru frá dronuupptøkum, sum vóru tiknar sunnudagin.

Stapin hevur íslandsloyvi og hevur gjørt fleiri góðar túrar í summar.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder