2017-01-24 15:01
Í dag kom Stapin til St. Pierre við 195 tonsum av frystum toski, sum teir landa har.
Í morgin kemur Eivind, teir hava eisini 195 tons.
Nú hava øll tey føroysku línuskipini gjørt ein túr, ??got landaði fyrst, teir eru komnir aftur á fiskileið á Flemish Cap, Kambur og Klakkur landaðu um vikuskiftið, teir eru nú áveg aftur á Flemish Cap, Váðasteinur landaði á Toftum í gjár, teir fara nýggjan túr í morgin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald