2016-07-21 08:59
Línuskipið Stapin kemur á Kollafjørð í morgun, teir hava hendan túrin roynt við Ísland. Stapin hevur 190 tons av heysaðum/frystum fiski, sum teir landa í Kollafirði.
Tað eru 40 dagar síðan Stapin fór úr Føroyum.
Vit á JN.fo hava tosað umborð, teir siga, at nú er ikki nógv eftir av teirra kvotu við Ísland, so helst fara teir at royna her við Føroyar komandi túr.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald