Vinna

Stapin, bestur í nøgd

...

2015-09-21 13:48 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Føroyska Sjómansmissiónin skrivar:

Á Sjómannadegnum 22. aug. fekk línuskipið Stapin av Toftum heiðurstekin fyri størstu veiðinøgd av línuskipunum í 2014. Sambært Teyggjan.fo fiskaði hann 1204 tons fyri gott 15,5 mill.kr. Við Stapanum eru 14 mans og skipari er Jákup Eli Eidesgaard á Eiði.

Jákup Eli er ein garvaður skipari. Hann var bara 19 ár fyrstu ferð hann mynstraði sum skipari. Hann hevur verið stýrimaður og skipari í heili 38 ár. Síðstu 8 árini hevur hann verið skipari á Eystnesi, sum var seldur til Toftir og fekk navnið Stapin.
Jákup Eli sigur, at útlitini fyri líniflotan síggja hampulig út. Tey eru batnaði stigvíst síðstu trý árini.
-Tað hevur gingist rímuliga væl við fiskiskapinum hjá okkum. Tað skyldast eisini, at vit hava bæði góða og støðug manning- sigur Jákup Eli Eidisgaard.
Myndirnar frá møtinum eru frá 3. sept.2014.
Gud signi sjófólkið.

Myndirnar eru frá Føroysku Sjómansmissiónini (Torleif Johannesen).

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder