Frá Suðursrtreymoyar Javnaðarfelag:
Standið saman um fakfelagsrættindini
Suðurstreymoyar Javnaðarfelag mótmælir og fordømir ógvusligu álopini á fakfelagsrørsluna, ið samgongan er farin undir.
Hetta er grovasta krígsavbjóðing ímóti fakfelagsrørsluni, og harvið eisini ímóti einum av grundarsteinunum undir vælferðarsamfelagnum, nakrantíð.
Tað er greitt, at talan er um miðvísa ætlan, har endamálið er at skerja fakfelagsrættindini; ein herferð, sum hevur til endamáls at lemja fakfeløgini.
Hevði landsstýrismaðurin í fíggjarmálum veruliga umsorgan fyri teimum, sum nú verða rakt, so kundi hann víst seg við samráðingarborðið, har hann hevur verið fráverandi í átta mánaðir. Men sum altíð er maðurin kvirrur og horvin, tá tørvur er á honum. Har er ongan vilja til semju, bara til náðileysa oyðing og ábyrgdarloysi.
Farsan er fullkomin, nú landsstýrismaðurin í vinnumálum glaðbeintur tekur apuna á seg og turkar upp eftir fíggjarmálaráðharran við einum undirgravandi lógaruppskoti, sum setir føroyska arbeiðsmarknaðin hundrað ár aftur í tíðina.
Eins og tað er glantrileikur, tá landsstýrið sendir fasta gerðarrættin út at skerja samráðingarstøðuna hjá fakfelagsrørsluni. Ella tá stjórin í Almannaverkinum rennir ørindi fyri landsstýrið.
Alt samalt verður hetta gjørt fyri at káva út yvir vantandi viljan til at taka støðuna í pedagogfakinum í álvara og fyri at toga tenn úr føroysku fakfelagsrørsluni.
Í hesi støðu er alneyðugt at standa saman um rættin hjá løntakarum at skipa seg í fakfeløg, at samráðast við mótpartin og um rættin til eisini at brúka verkfalsvápnið fyri at koma á mál, tá tolið er uppi.
Tað er neyðugt hjá øllum demokratum og øllum rætthugsandi at stríðast ímóti hesi roynd at knúska fakfelagsrørsluna í Føroyum.
Tí má kravið vera, at fíggjarmálaráðið kemur aftur til samráðingarborðið, soleiðis sum Pedagogfelagið hevur biðið um, og at tey verða sitandi til ein virðilig semja er rokkin.
Suðurstreymoyar Javnaðarfelag
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald