JN

Standarlandasamráðingar um makrel av á hesum sinni

...

2015-03-06 00:06 Author image
placeholder

Strandarlandasamráðingar um makrel hava verið í Tórshavn í hesum døgum. Høvuðsevnið á dagsskránni var ein framtíðar umsitingarstrategi fyri makrel fyri 2016 og næstu árini.

Eftir drúgvar samráðingar hesar dagarnar eydnaðist tað ikki at koma ásamt um eina framtíðar umsitingarstrategi fyri makrel. Tey trý londini í makrelsemjuni frá 12. mars í fjør ??? Føroyar, ES og Noreg ??? samdust tó um at hittast aftur í London í heyst á vanliga ársfundinum um makrel eftir innbjóðing frá Føroyum sum formanslandi. Eitt av punktunum á dagsskránni á hesum fundinum verður umsitingarstrategiin.

Á fundinum í Tórshavn luttóku strandarlondini Føroyar, ES, Noreg og Ísland, umframt eygleiðaralondini Grønland og Russland.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder