Mentan

Staðið FM á Rás 2 á bátastevnuni

...

2015-05-13 21:05 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Vestmanna:

Á bátastevnuni í ár fer Staðið FM at samstarva við Rás2. Byrjað verður at senda leygardagin kl.18.00, har prát verður við bátastevnufólk og serliga at gera burtur úr vestmenningum, sum hava spælt við ymiskum tónleikabólkum í seksti-og sjeytiárunum.

Vit fara at krydda sendingina við tónleiki hjá hesum bólkum og skifta orð við teir, sum mannaðu hesar bólkar. Vit fara soleiðis at spæla løg hjá Westhern, Thunderbirds, Natives, Fox og Fools.

Eftir bátastevnuna í Vestmanna sendir Staðið FM ikki meira í summar, men lagt verður til brots aftur, tá komið er nakað út á heystið.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder