2020-11-17 11:05
Jóhan Eli Poulsenløgtingsamaður, hevur sett landsstýrismanninum í fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard, skrivligan fyrispurning um stongdar leiðir og royndarveiðu á Føroyabanka.
Í viðmerkingunum sigur løgtingsamaðurin, a samgonguskjalið staðfestir, at skipanin við stongdum leiðum á landgrunninum verður eftirmett og at royndarveiða á Føroyabanka heldur fram við tí endamáli at kanna, um veiða á bankanum kann takast uppaftur.
Í løtuni er stórur partur av grunninum stongdur fyri bæði trolveiðu og aðrari veiðu. Tá ið øki verða stongd, og soleiðis víddin at veiða á minni, verður eitt størri trýst á tey øki, ið eru opin. Tað kann neyvan vera rætt, at ein so stórur partur av grunninum skal vera stongdur fyri fiskiskapi. Hyggja vit eftir veiðitrýstinum í dag, í mun til hvat tað var fyri bert 15-20 árum síðan, er lítil og ongin ivi um, at veiðitrýstið er nógv lægri í dag. Tað eru í dag 9 pør og 4 djúpvatnstrolarar, ið royna undir Føroyum. Árið runt eru tað bert 6 pør, ið royna eftir trationellum botnfiski undir Føroyum, og okkurt at hesum pørum er fyri tað mest djúpt.
Spyr ein fiskiskiparar, serliga á trolarum, um hvussu sær út á teimum økjum ið verða lítið troytt, er svarið einmælt, at har er armóð komin í. Ein fær bert havmús og skøtu í trolið, og er hetta eitt ringt tekin. Tískil er tað týdningarmikið, at mann sleppur at royna á flestu økjum. Gýtingarøki og koraløki eiga framhaldandi at verða vard.
Tosað verður nógv um, at Føroyar skulu verða ???grønari??? á orkuøkinum, og er tað serliga fiskivinnan, ið dálkar. Um fleiri øki vórðu opnað aftur, høvdu skipini ofta sloppið undan at siglt tímavís yvir um stongd øki, og soleiðis osað CO2 út. Skipini brúka meira undir sigling enn undir tóving. Tískil er tað skilagott, at skipini sleppa at tóva seg runt heldur enn at sigla seg runt.
Skiparar á skipum í bólki 2 hava sent fiskimálaráðnum inn uppskot um, hvørji øki kunnu verða opnað í fyrstu syftu, og hvussu hettar kann gerast.
Spurningar:
1. Hvussu gongur við arbeiðinum at eftirmeta stongdu leiðirnar og nær kann væntast, at hetta arbeiðið verður liðugt?
2. Verða allar leiðir eftirmettar/endurskoðaðar ella bert nakrar?
3. Hvørjar partar ætlar mann at taka inn í eftirmetingararbeiðið, so sum Havstovuna, vinnuna og líknandi?
4. Við teimum úrslitum, ið royndarveiðan á Føroyabanka hevur havt, er so hugsandi, at fiskiskapur á bankanum kann takast upp aftur í næstum?
Á Løgtingi, 16. november 2020
Jóhan Eli Poulsen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald