Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a
Fyrispurningur viðvíkjandi flytingum av veiðiloyvum, settur Høgna Hoydal, landsstýrismanni í fiskivinnumálum (at svara skrivliga eftir TS § 52a)
1.Kann landsstýrismaðurin upplýsa, nær fiskiførini Helena KG 183 ??? XPSD og Eysturoyingur FD 280 OW 2203 seinast vóru til vinnuligan fiskiskap og høvdu sínar seinastu avreiðingar?
2.Hvussu nógvir fiskidagar eru/vóru knýtt at veiðuloyvunum hjá Helenu og Eysturoyingi árini 2010 ??? 2017
3.Kann landsstýrismaðurin útvegað eitt yvirlit yvir virksemi (nýtsluna) av veiði- og fiskiloyvum hjá ávikavist Helenu og Eysturoyingi nevnda tíðarskeið.
Veiðiloyvi hjá Helenu, gav felagnum part av eini felagskvotu, avsett av landsstýrismanninumtil bólk 3 í Eystur Grønlandi. Hvussu grundar landsstýrismaðurin, at fiskirættindini latin veiði- loyvinumhjá Helenu verður verða fiskaði av øðrum veiðiloyvum, samstundis sum veiðiloyvi hjá Helenu, verður brúkt av Næraberg til pelagiska vinnu í føroyskum sjóøki.
4.Hvussu mong slík "skuffuloyvi" eru framhaldandi í skipanini innan allar skipabólkar og ber enn til hjá vinnuni sínámillum, at keypa og selja loyvi og rættindi.
Viðmerkingar
Seinastu tíðina er ljós sett á og ivaspurningar reistir, viðvíkjandi umsitingini av okkara fiskivinnuskipan.
Landsstýrismaðurin hevur verið heitasti talsmaður fyri at fáa rættað nakrar av hesum skeivleikum, meðan hann var partur av andstøðuni í Løgtinginum. Men ilt er at fáa eyga á nakrar batar ella rættingar, síðan nýggj samgonga tók við eftir løgtingsvalið. Nú hevur landsstýrismaðurin allar møguleikar at at fremja neyðugar broytingar og hann hevur eisini myndugleikan.
Í staðin fyri skjótast gjørligt at fáa rætta skeivleikar í skipanini, verður alt krútið brúkt til eina framtíðar fiskivinnunýskipan sum er ein kollvelting, og nærum øll vinnan mælir frá.
Á Løgtingi, tann 18. juni 2017
Kári P. Højgaard
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald