Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari:Brandur Sandoy, løgtingsmaður
Svarari:Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum
Evni:Siglingin hjá Hasfjord
Spurningar:
Viðmerkingar:
Eitt tíðarskeið í summar á ein umleið ein mánað, avloysti Ternan Teistan í siglingini um Skopunarfjørð, tí Teistin var í dokk.Hetta tíðarskeiðið valdi SSL at brúka Hasfjord optimalt, og leiddi tungu ferðsluna yvir á Hasfjord. Hettahevði við særeitt sera stórt nøgdsemi við siglingina um fjørðin, tí at tað gjørdistnógv lættari at ferðast við persónbilum um fjørðin við Ternuni.
Men so skjótt sum Teistin kom aftur í sigling,var sama skilið aftur, har man ikki leiðirtungu ferðsluna yvir á Hasfjord, men bara brúkar Hasfjord til at sigla um so er,at Teistin ikki tekur alla ferðsluna.
Hasfjordsiglirbara 4 av 7 vikudøgum, og tí verður ferðslan til og úr Sandoynni ikki líka smidlig, sum hon kundi verið, um allur kapasiteturin um fjørðin varð brúktur.
Hettakann tykjast sumspill av resursum og ikkiat veraí samsvarivið ætlanirnar hendan samgongan hevði, tá samgongan valdi at útvega Hasfjord til at taka tungu ferðsluna um Skopunarfjørð, so at kapasiteturin hjá Teistanum kundi brúkast fult út.Hugsandi ereisini,at landið missir inntøkur,av tí at ætlaða ferðslulopið um fjørðin ikki kemur í tann mun tað kundi.
Hasfjord hevur eina lýsta ferðaætlan at sigla eftir, men hóast hetta kemur meiri enn so fyri, at Hasfjord uttan grundgeving als ikki siglir teir túrar,sum eru lýstir í ferðaætlanini.
Á Løgtingi,10. september 2021
Brandur Sandoy
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald