2017-08-05 20:39

Fyrr í kvøld løgdu umleið 100 springarar beinini í Funningsfirði.
Í løtuni fáast menn við at reka eina grind, sum er funnin út fyri Viðareiði, hon verður rikin inn á Hvannasund.
Eisini eru grindaboð rópt við Áir, men talan er allarhelst um somu døglingar, sum fólk sóu í Kollafirði í dag.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald