Í dag hevur Sp/f Ítróttavedding árliga aðalfund sín á Hotel Hafnia.
Sp/f Ítróttavedding er sett á stovn sambært løgtingslóg og kann m.a. gera avtalur við feløg, ið ynskja at bjóða út veddingarspøl í Føroyum. Avtalur eru við trý feløg, sum bjóða síni spøl út í Føroyum. Avtalan við Danske Spil, er tann, ið kastar nógv tað størstu upphæddina av sær.
Partaeigarar í Sp/f Ítróttavedding eru Ítróttasamband Føroya, Føroya Ungdómsráð og Føroya Landstýri.
Avlopið av veddingarspølum, sum Danske Spil hevur í Føroyum, verður borið aftur til Føroya.
Yvirskotið hjá Ítróttavedding, verður sambært løgtingslóg útlutað soleiðis: 60% ÍSF, 20% FUR, 15% Mentamálaráðið til barna og ungdómsarbeiði og 5% MBF.
Metstórt yvirskotSíðani 1999 hevur samlaða útlutanin til føroyskt ítrótta-, menta- og ungdómsarbeiði verið góðar 181 mió. kr.
Vøksturin í utlutanini hevur verið nøkulunda javnur hesi árini, tó hevur seinasta árið verið metár, soleiðis at góðar 20 mió. kr. verða afturbornar fyri spøl í 2016.
Viðvirkandi til metið er ein regulering av avgjaldi av vinningum í Føroyum, sum eftir órøttum ikki er flutt, eins og rættiliga stóru vinningarnir, sum føroyingar hava vunnið í fjør, ávirka útlutanina rætta vegin.
Sigmund Poulsen, varaformaður (valdur av FUR)
Rói Poulsen, nevndarlimur (Valdur av FUR)
Gudrun Mortansdóttir Nolsøe, nevndarlimur (vald av Føroya Landsstýri)
Anna Rein, nevndarlimur (vald av ÍSF)
Petur Elias Petersen, nevndarlimur (valdur av ÍSF)
Sølvi Reinert Hansen, nevndarlimur (valdur av ÍSF)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald