Ítróttur

Spennandi hondbóltur beinleiðis á jn.fo í kvøld

...

2017-02-01 11:15 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Í kvøld verður seinastu dystirnir í bólkaspælinum í Faxe-kondi steypakappingini spældir. Í Hoyvík spæla bæði liðini hjá H71 móti hvørjum øðrum, og er H71 1 longu víðari.

Í Kollafirði er tann mest spennandi hondbóltdysturin har KÍF tekur móti Neistanum, liðini eru jøvn í stigum áðrenn seinasta bólkadyst. Vinnur KÍF ella fær javnt eru teir víðari í steypakappingini, og skulu møta vinnarnum av dystinum í Vestmanna, ella um tann dysturin endar javnt skulu teir møta VÍF. Neistin skal vinna fyri at koma víðari.

Í Vestmanna spæla VÍF og StÍF, hesin dysturin er avgerðandi fyri um hvør endar nummar eitt í teirra bólki. VÍF hevur ein fyrimun, at fáa teir bert eitt stig, so eru tað teir ið enda nummar eitt. StÍF skal vinna dystin fyri at enda nummar 1.

JN.fo sigur beinleiðis frá dystinum í Kollafirði, sum byrjar klokkan 20:00.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder