Hósdagin 15. september klokkan 16 til 20 verður fernisering við listafólkunum Bodil Arbjerg Lundby, ið sýnir fram steinlist, og Sólvá Gunnarsson Olsen, ið sýnir fram málningalist.
Tær eru báðar búsitandi í Danmark og hava
verið við á ymiskum framsýningum har.
Bodil Arbjerg Lundby hevur eisini sýnt
fram í Týsklandi, Grønlandi, Belgia og í Hollandi og hon hevur verið við á sensureraðum
framsýningum. Hon er limur í Dansk Billedhugger Samfund.
Sólvá Gunnarsson Olsen er fødd og
uppvaksin í Føroyum og hevur áður sýnt fram her. Hon hevur eisini sýnt fram í Italia,
og hevur selt málningar til Íslands, Týsklands og Avstralia. Sólvá er fastur
framsýnari á Galleri Krebsegården í Keypmannahavn, og á Galleri Tornby í
Tværsted.
Framsýningin í Smiðjuni verður opin til og
við mikudagin 21. september. Allar dagar frá klokkan 14 til 19.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald