Ítróttur

Spennandi dystur ímóti Íslandi

...

2015-10-31 15:58 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Føroyar ??? Ísland 2-3 (21-25, 25-20, 25-19, 17-25, 10-15)

Føroysku dreinirnir skuldu í seina dystnum fríggjadagin spæla ímóti Íslandi. Dysturin var avgerandi fyri, hvat av hesum báðum liðunum skuldi spæla seg víðari í fjórðingsfinalurnar.

Skiftust um at vera omaná

Í fyrsta setti komu føroysku dreingirnir undir trýst frá byrjan, og íslendingar vunnu seg framum nøkur stig og hildu eina leiðslu alla tíðina. Føroyska álopsspælið var stirvið, og blokkurin megnaði ikki at steðga íslendsku álopunum.

Í øðrum setti var spælið munandi betri og við Una Jacobsen á odda, sum alsamt spældi seg upp í dystinum, vann føroyska liðið hetta settið rættiliga trygt. Sama gjørdi seg galdandi í triðja setti, har føroysku dreingirnir vístu yvirskot og vóru avgjørdir í álopunum. Tó var rættiliga trupult at fáa allar seinastu stigini heim, og Ísland vann fleiri bóltar og fekk harvið ferð á sítt spæl aftur. Hetta sást í 4. setti, tí eftir at hava tapt tvey sett á rað, megnaði Ísland aftur at berja seg inn í dystin og tók miðskeiðis í settinum avgerandi leiðslu, sum føroysku dreingirnir ikki megnaðu at vinna aftur. Tað kostar at gera fleiri feilir á rað.

Ísland hevði yvirskotið

Nú stóð á jøvnum 2-2, og dysturin kundi koppa báðar vegir. Tað gjørdi hann til Ísland, sum vann 4 avgerandi bóltar frá 6-6 til 10-6, og tá ið 5. sett bara er upp í 15, er hetta rættiliga stór leiðsla. Liðini fylgdust, tað sum eftir var av settinum, og Ísland vann so statt dystin 3-2. Tær løturnar, føroysku dreingirnir vóru upp á sítt besta, vóru teir sera góðir. Tíverri vóru hesar løturnar ikki nóg langar til at vinna dystin, og føroysku dreingirnir skulu leygardagin og sunnudagin leika um plássini frá 5-7.

Tann fyrsti av hesum dysunum verður leygardagin kl. 14.30 ímóti Onglandi ella Svøríki.

Besti leikari hjá Føroyum: Uni Jacobsen

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder