Politikkur

Spegilsmyndin á eitt ára degnum

...

2016-09-18 15:54 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Eitt ár er nú liðið, síðani øll landsstýrissamgongan varð skift út, og Framsókn ??? saman við Javnaðarflokkinum og Tjóðveldi - fyri fyrstu ferð tók við stjórnarvaldi. Hetta er eitt hóskandi høvi at steðga á og eftirmeta politisku gongd okkara. Tí stjórnarvald hevur bara tann uppiborið, sum við eyðmýkt og jøvnum millumbilum lítur í spegilin fyri at kanna eftir, um honum dámar tað, hann sær. Í politikki merkir tað: Er samsvar ímillum tað, hann hevur lovað, og tað, hann hevur útint?

Fyri okkum í Framsókn merkir tað meira neyvt, um tað, vit hava gjørt, eru stig móti einum meira tíðarhóskandi samfelag. Okkara virðisgrundarlag áleggur okkum at spyrja, um vit hava tikið týðandi stig fram móti størri persónligum, vinnuligum og tjóðskaparligum frælsi.

Tá vit undan løgtingsvalinum í fjør buðu okkum fram til at stjórna Føroyum, mintu vit veljaran á hetta: Nýggjar tíðir elva til nýggjar avbjóðingar. Nýggjar avbjóðingar rópa eftir nýggjum

loysnum. Nýggjar loysnir krevja nýhugsan. Vit vístu á, at tíðin er runnin undan teimum gomlu ismunum. At hon er runnin undan vinstra og høgra og borgarligum og sosialistiskum. At hon ger alt stríð millum miðstaðarøkið og útjaðaran høpisleyst, og at skilnaðurin millum sonevnd gudilig og ógudilig er vandamikil.

Allur hesin skilnaðurin møtir ikki dagsins avbjóðingum. Hann ger ikki annað enn at krógva okkum burtur í avlæstar básar, haðani vit ikki røkka hvørjum øðrum, og haðani vit ikki fáa samstarvað. Í Framsókn ynsktu vit tí at knýta politisk bond við tey, ið vildu byggja einar Føroyar, sum megna at kappast við onnur lond um tað skapandi og virkisfúsa fólkið ??? bæði um tey, sum longu búgva her, og um útisetar og onnur, sum kunnu koma higar at ríka okkara samfelag. Tað var hetta, vit valdu at rópa ???Tað tíðarhóskandi samfelagið???.

Eftir valið knýttu vit sum lovað bond við tey, ið vit mettu ??? og enn meta ??? hava viljan og dirvið at stríðast fyri hesum samfelagnum. Vit halda, at tað er spennandi og perspektivríkt at arbeiða sum eitt slag av minnilutastjórn. Hetta eggjar okkum til í enn størri mun at leita út um okkum sjálv fyri at finna semjur.

Gaman í hava vit bert sitið í eitt ár, so enn eru politisk mál eftir at røkka ??? mál, sum vit vóna og vænta, at vit fara at fáa undirtøku fyri frá okkara samstarvspørtum. Hinvegin haldi eg, at vit hava tikið fleiri týðandi stig rætta vegin, og at vit samstundis ikki hava gjørt nógv, sum ikki samsvarar við tey lyfti, vit góvu.Vit smílast eitt sindur at tí, at onkur andstøðuflokkur ??? í mangli av betri ??? skýrir okkum at vera vinstravend, tá vit liberalisera eitt ávíst øki.

Persónliga frælsið

Eitt av hjartamálunum hjá Framsókn er at gera Føroyar rúmligari. Virðingin fyri persónliga frælsinum skal broyta og beina burtur forboð og forðingar, sum ein minniluti av fólkinum hevur tikið sær rættin til at áseta ella halda fast um ??? í summum førum móti meirilutanum, í øðrum førum móti øðrum minnilutum. Tað var tí ongantíð nakar ivi hjá nøkrum av okkara umboðum, at vit skuldu vera virkin í stríðnum fyri at geva samkyndum betri rúmd í Føroyum við at samtykkja broytingarnar í hjúnabandslógini.

Persónligt frælsi fevnir eisini um fíggjarligt rásarúm hjá einstaklinginum og familjuni. Okkara sosiala akkersfesti áleggur okkum at tryggja eina hóskandi fígging av einum vælvirkandi almennum geira, men sum tann frælslynti flokkurin mugu vit samstundis ansa eftir, at tað almenna ikki minkar meira enn neyðugt um møguleikarnar hjá tí einstaka at velja, hvussu hann brúkar sín pening.

Í andstøðu tók Framsókn tí prinsipielt undir við flatskattinum fyri at minka um skattatrýstið á tær seinast vunnu lønarkrónurnar. Vit vóru hinvegin hart ímóti tí sosiala ójavnanum, sum púra óneyðugt eyðkendi tað inntrivið ??? bæði av privat- og landsbúskaparligum ávum. Hetta fyrsta árið í samgongu hava vit verið við til at rætta tann misjavnan við at lækka skattin hjá lág- og meðalløntum tilsamans 150 milliónir krónur. Vit fegnast um at hava virkað við til at geva barnafamiljum og støkum uppihaldarum eitt frægari økonomiskt grundarlag.

Samgongan hevur gjørt av at fíggja hendan lættan við brúkaragjøldum. Hetta gevur tveir fyrimunir: Hin einstaki kann í størri mun sjálvur velja, hvussu hann brúkar sínar pengar. Samstundis bera fleiri herðar byrðarnar ??? teirra millum fólk, sum njóta allar teir føroysku ágóðarnar, hóast tey eru noydd at gjalda skatt aðrastaðni.

Vinnuliga frælsið

Eitt annað hjartamál hjá okkum er at tryggja Føroyum ein betri samfelagsbúskap, sum eisini tryggjar vælferðina. Tað krevur, at tann frælsa vinnan fær størri ávirkan á samfelagsbúskapin, og at høvðusvinnurnar verða riknar eftir marknaðarbúskaparligum fortreytum.

Tí leggja vit so stóran dent á nýggjar lunnar undir eina marknaðarstýrda fiskivinnu. Vit ynskja eina so breiða semju, sum tilber, um hetta álvarsmál. Tí man tað ørkymla onnur enn bara okkum, at summir flokkar og einstaklingar skapa so stóra almenna órógv, langt áðrenn serfrøðingabólkurin er komin við síni niðurstøðu. Serliga verða uppboðssølurnar av onkrari orsøk lagdar undir hatur. Uppboð er so bara ein av fleiri hugsandi tættum. Tað avgerandi er, at framtíðin byggir á marknaðarbúskap. Tá løgtingið fer at viðgera nýggju fiskivinnuskipanina, fara øll tingfólk vónandi at arbeiða fyri alt Føroya fólk og ikki fyri nakrar fáar einstaklingar.

Vit arbeiða við eini nýggjari alilóggávu. Hon skal í størri mun gera vinnuna bæði størri og meira fjøltáttaða, samstundis sum hon leggur upp fyri avbjóðingarnar við lívfrøðiligari javnvág, tryggjar eitt sunt ognarbýti og loysir spurningin um ognarrættin hjá útlendingum.

Vit fáa eisini nýggja lóg og reglur um ferðavinnuna. Hetta skal skapa gróðrarbotn fyri størri vøkstri í vinnuni, men eisini tryggja, at vit menna hávirðisvørur og -tænastur, samstundis sum vit ansa eftir náttúruni og bygdasamfeløgunum. Somuleiðis fyrireika vit nýggja lóggávu um kreativar vinnur.

Sum ein táttur í øktum vinnuligum frælsi hava vit givið siðbundnum føroyskum mati rúmari ræsir at finna leiðina út á marknaðin á ein lógligan hátt.

Tjóðskaparliga frælsið

Í Framsókn vilja vit, at Føroyar taka ábyrgd av sær sjálvum, og at vit gerast ein sjálvberandi, frælsur og sjálvstøðugur limur í heimsfelagsskapinum. Vit taka eitt týðandi stig á leiðini til at staðfesta okkara samleika og støðu sum tjóð, nú vit smíða eina føroyska stjórnarskipan, sum Føroya fólk skal atkvøða um á fólkaatkvøðu næsta ár.

Vit stremba støðugt eftir at sita til borðs, har millumtjóða avgerðir verða tiknar. Tí reka vit ein málvísan uttanríkispolitikk. Vit hoyra frá Sambandsflokkinum, at vit í hesum eru á konfrontatiónskós móti dønum. Til tað er bert at siga, at ger tað dønum ilt, at vit fegin vilja taka ábyrgd av okkum sjálvum, ja so eru vit mestur á konfrontatiónskós. Men so hava danir ein trupulleika - ikki vit.

Um ársskiftið taka vit yvir útlendingamál. Vit gera so sjálv av, hvør kann búgva í Føroyum, samstundis sum vit taka ábyrgdina av okkara limaskapi í heimssamfelagnum.

Vit samráðast í løtuni um yvirtøku av loftrúminum, og vit hava funnið eina semju við danskar myndugleikar um arbeiðssetningin. Yvirtøkan er býtt í tveir partar. Hin fyrri er fyrisitingarligi parturin av inn- og útflúgvingunum, hin seinni formliga yvirtøkan av sjálvum loftrúminum, sum krevur heldur longri tíð at fremja.

Vit samráðast eisini við bankarnar um at taka persónsdata og onnur bankadata heimaftur til Føroya og at viðgera hesi, har tað gagnar samfelag okkara best.

Vit hava støðugt mint á, at fleiri stórar nýskipanir eru neyðugar fyri at styrkja samfelag okkara og harvið gera tað alsamt frælsari. Vit fegnast um, at vit nú hava fingið glið á summar teirra. Ein er sum longu nevnt nýskipingin av fiskivinnuni. Vit eru eisini komin væl áleiðis við tí altavgerandi pensjónsmálinum og rokna við at fáa eina breiða semju í heyst. Her skal lorast nakað frá øllum síðum, so vit fáa eina brúkiliga javnvág millum ta privatu og ta samhaldsføstu uppsparingina.

Landsstýrið hevur nú eisini fingið eitt álit um at nýskipa heilsuverkið, sum vit sum heild kunnu taka undir við. Tað avgerandi má ikki vera, hvussu nógv sjúkrahús vit hava, men at vit í Føroyum hava eina so góða, vælvirkandi og trygga heilsutænastu, sum tilber. Samstundis mugu vit gera okkum púra greitt, hvørjar viðgerðir, vit skulu hava í Føroyum, og hvørjar tænastur, vit heldur eiga at keypa uttanlands, um eitt nú grundarlagið undir serlæknum kann vera ov veikt í Føroyum.

Tjóðskaparliga sjálvbjargnið veldst fyrst og fremst um fólkið, sum býr og virkar her. Vit fegnast um, at vit nú fjølgast aftur í Føroyum. Tað er eisini hugaligt, at samgongan hevur givið teimum lesandi breiðari frálærutilboð og betri búskaparliga grund undir lesnaðinum, eins og hon arbeiðir miðvíst við lista- og mentanarpolitikkinum. Dyggasta grundarlagið undir tíðarhóskandi samfelagnum er ein tíðarhóskandi skúli ??? sama um vit hugsa um barnaskúla ella miðnám. Vit fara enn sum áður at leggja stóran dent á hetta ??? herundir á okkara hjartamál, sum er fáa skúlunum nógv meira av føroyskum lesitilfari. Støða okkara í løgtinginum gevur okkum sera góðan møguleika at arbeiða fyri skúla og mentan.

Vandi er í hvørjari vælferð

Tað gongur væl í Føroyum, og nú eisini hjá tí almenna. Fyri fyrstu ferð í átta ár fara vit nú aftur at hava avlop á fíggjarlógini. Men tað er altavgerandi fyri øll okkara frælsi ??? bæði tað persónliga, tað vinnuliga og tað tjóðskaparliga ??? at vit ikki aftur kollsigla føroyska landshúsarhaldið, soleiðis sum undanfarin stýri hava gjørt fleiri ferðir.

Eisini á hesum avgerandi øki hava vit eina góða støðu í løgtinginum. Framsókn fer at berjast fyri, at hetta ikki hendir aftur. Í samgonguni mugu vit vissa hvønn annan um, at vit hava lært av søguni, og at vit tí fara at stýra búskapinum við skili og við fastari hond, tá tað krevst. Tí taka vit nú málvís stig fyri at fáa langtíðarhaldføri í almenna búskapin.

Fyrst og fremst mugu vit sleppa okkum burtur úr teimum oyðandi búskaparligu sveiggjunum. Størsta orsøkin til at fara av knóranum eru vantandi vilji ella evni til at halda aftur. Vit fegnast um, at vit nú eru farin at byggja upp aftur óheftar búskaparstovnar, sum kunnu hjálpa okkum við hesum, og sum duga og tora at vegleiða myndugleikarnar og um neyðugt at siga okkum ímóti. Vit eiga harafturat at samtykkja og brúka konjunkturlógina, soleiðis sum Framsókn hevur skotið upp.

Samstundis mugu vit ásanna, at kommunalu búskapirnir tilsamans nú eru so stórir í mun til landsbúskapin, at vit bert kunnu tálma sveiggjunum við at fáa kommunurnar til at taka avgerðir í samsvari við tær, vit eru noydd at gera í løgtingi og landsstýri. Gerst hetta ikki við semjum, má tann fasta hondin taka um endan.

Meðan privati geirin ikki ger tær heilt stóru íløgurnar í løtuni, gongur tað almenna á odda við at seta alt ov nógv og stórt í gongd í senn. Vit noyðast næstu árini at minka um okkara ætlanir, útseta onkrar íløgur og endurmeta um aðrar. Vit mugu ikki máa støðið undan aftur tí tíðarhóskandi samfelagnum og teimum trimum frælsunum.

Poul Michelsen

form. í Framsókn og landsstýrismaður

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder