Daniel Gordo Riós verður nýggjur barna- og ungdómsmennari og høvuðsvenjari hjá kvinnunum í Kyndli, skrivar kyndil.fo.
Partarnir hava gjørt ein 2 ára sáttmála, sum inniber, at Daniel Gordo Riós verður barna- og ungdómsmennari og høvuðsvenjari hjá kvinnunum í Kyndli.
Daniel hevur millum annað verið høvuðsvenjari hjá Ademar Leon í bestu sponsku mansdeildini. Felagið verður mett at vera eitt tað besta felagið í Spania viðvíkjandi menning av ungum leikarum, har fleiri stórleikarar eru byrjaðir, og/ella hava verið í Ademar Leon í teirra yrkisleið. Felagið hevur við Daniel Gordo Riós á odda vunnið fleiri ungdómsmeistaraheitir.
Áðrenn hetta var hann hjálparvenjari í sama felagið, har høvuðsvenjari var Manolo Cadenas, sum í dag er høvuðsvenjari hjá Wisla Plock í Póllandi, og spanskur manslandsliðsvenjari.
Í Kyndli verður Sophus Edvard Dal-Christiansen hjálparvenjari hjá Daniel Gordo Riós, meðan Christoffur Gert Nielsen fer at hjálpa Daniel við barna- og ungdómsmenningini í felagnum.
Forkvinnan í Kyndli, Maibritt Johannesen sigur soleiðis um avtaluna: ???Hettar er sera stórt fyri eitt felag sum Kyndil. Daniel hevur tí hægstu venjaraútbúgvingina í Spania, og hevur sera nógvar royndir á hægsta stigi, bæði í sambandi við ungdómsmenning og vaksnamannahondbólt. Við Daniel á odda, kunnu vit taka eitt risa fet á leiðini at menna hondbóltsleikarar, sum kunnu klára seg í fremstu røð. At Daniel Gordo Riós hevur valt Kyndil, vísur at okkara felag hevur eina stolta søgu, og nógv góð úrslit at vísa á, og hetta vil hann fegin vera við til at byggja víðari.???
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald