Ítróttur

Spælt verður um Løgmanssteypið í dag

...

2015-04-06 16:32 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Nógvur fótbóltur er á skránni í dag, tí í dag verður 1. umfar í kappingini um Løgmanssteypið spælt.

Í Miðvági tekur MB móti Giza/Hoyvík, dysturin byrjar kl: 14:00.

Í Sandavági tekur 07 Vestur móti AB, dysturin byrjar kl: 15:00.

Í Gøtu tekur Víkingur móti B68, dysturin byrjar kl: 15:00.

Í Havn verða tveir dystir, fyrst tekur B36 móti TB, tann dysturin byrjar kl 14:00. Seinni dysturin er millum HB og Skála, tann dysturin byrjar kl: 17:00. 

Í Runavík tekur NSÍ móti FC Suðuroy, dysturin byrjar kl: 15:00.

Í Fuglafirði tekur ÍF móti B71, dysturin byrjar kl: 15:00.

Í Streymnesi tekur EB/Streymur móti KÍ, tann dysturin byrjar eisini kl: 15:00.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder