JN

Spælt verður um fyrstu steypini í vikuskiftinum

...

2015-09-09 18:19 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Komandi sunnudag verður kappast um ársins Lionsbikar hjá monnum og kvinnum í Høllini á Hálsi í Havn. Hetta eru dystirnir, sum fyrr vóru róptir stórsteypadystir, har vinnarin av ávikavist Atlantic Airways (nú FTZ) og hvonn kappingini og Coca-Cola kappingini kappast um steyp.

Tað er Lions Club Tórshavn, sum skipar fyri dystinum í samstarvið við HSF og fer peningurin til vælgerandi endamál. Reglurnar fyri Lionsbikarið eru, at spælt verður um bikørini í 10 ár, og tað felag, ið oftast vinnur steypið í hesum tíðarskeiði, fær tað til ognar. Stendur á jøvnum millum tvey ella fleiri feløg eftir hesi 10 árini, verður spælt, til eitt felag hevur vunnið oftari enn hini. Kyndil vann bæði steypini í fjør.

Í ár er kvinnudysturin millum Neistan (greipuvinnari) og Kyndil (tveyari í steypakappingini), meðan mansdysturin er millum Víf (greipuvinnari) og Neistin (tveyari í steypakappingini).

  • Kl. 17.00 Kvinnur: Neistin ??? Kyndil
  • Kl. 19.00 Menn: VÍF ??? Neistin

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder