Politikkur

Spæliplássið í Dr. Ingridar Barnagarði verður umvælt

...

2016-06-30 07:55 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Í miðbýnum í Havn liggur ein av elstu dagstovnunum í kommununi - Drotning Ingridar Barnagarður. Hesin stovnur veður rikin sum sjálvsognarstovnur, og kunnu vit fegnast um, at semja nú er millum Tórshavnar Kommunu og sjálvsognarstovnin um nýggjan sáttmála, ið eigur at tryggja framhaldandi rakstur av hesum stovni, sum hýsir uml. 50 vøggustovu- og barnagarðsbørnum.

Sum forkvinna í Mentamálanevndini varð eg og vitjaði á dagstovninum fyri nøkrum døgum síðani. Tað var hugaligt at hitta starvsfólk og børn, sum trívast sera væl.

Tað er tó ein sannroynd, at Dr. Ingridar Barnagarði tørvar umvælingar, og hava vit í mentamálanevndini tí sett okkum fyri at útvega fígging til at fara undir at umvæla spæliplássið - sum eisini er eitt av fleiri væl umtóktum spæliplássum, sum eisini almenningurin nýtir aftaná arbeiðstíð.
Farið verður undir hetta arbeiði so skjótt sum møguligt. Tað er umráðandi at dagstovnamøguleikar eru í miðbýnum eins og í býlingunum í býnum, og at hølisumstøður og útiøki eru trygg og góð.

Helena Dam á Neystabø, forkvinnna í Mentamálanevnd Tórshavnar Býráðs

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder