Mentan

Spæligleði í øllum aldri - myndir

...

2015-06-16 02:49 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Í samband við champions league finaluna í fótbólti, sum í ár varð leikt í Berlin 6. Juni, hevur UEFA áset serstakan Grassrootsdag, og heitir í hesum sambandi á øll limalondini, um at skipa fyri ymiskum grassrootstiltøkum. Endamálið við Grassrootsátakinum hjá UEFA er millum annað, at vísa á týdningin sum Grassrootsfótbóltur hevur.

Okkara yvirskrift ???Spæligleði í øllum aldri??? merkir, sum yvirskriftin sigur, at tað er eingin aldur, sum er forðing fyri at hava spæligleði. Sjálvt um tú ert barn, ungur, ella gamal, so kanst tú gott hava tað stuttligt, og verða við til at spæla.

Í hesum sambandi hevði Smílikullan bjóðað frítíðarskúlanum í Sørvági við, at skipa fyri einum Grassrootsdegi, sum so eisini var ein upphitan til landsdystin heima ímótið Grikkum. 

Dagurin var tilrættalagdur soleiðis :

Skrá .

Kl 11.50 : Luna (Sørvági)

Kl 12.30 : Alvalon (Sørvági)

Kl 13.00 : Flogvøllurin (Brandmennirnir)

Kl 13.30 : Miðgarður (Miðvági)

Kl 14.00 : Vága Kommuna ( Sandavági)

Kl 14.30 : Ellisheimið ( Á Sýnini í Miðvági)

Kl 16.00 : Kaffi fyri foreldrum í Smílikulluni.

Frásøgn frá degnum : ??? Spæligleði í øllum aldri???

Okkara Grassrootsdagur byrjaði við, at vit høvdu leigað ein buss saman við frítíðarskúlanum í Sørvági, sum koyrdi okkum runt á tey nevndu støðini.

Fyrst koyrdi bussurin okkum út eftir børnunum og starvsfólkunum í Sørvági. Fyrst fóru vit á vitjan í Luna í Sørvági. Síðani gekk leiðin í barnagarðin Alvalon í Sørvági, á flogvøllin til brandmennirnar, barnagarðin Miðgarð í Miðvági, Vága Kommunu í Sandavági, og til síðst inn á ellisheimið Sýnina í Miðvági.

Vitjanin gekk soleiðis fyri seg, at vit høvdu tikið mál og bóltar við, sum bleiv stillað upp, og dystur varð leiktur ímillum starvsfólk, búðfólk og børn líka frá vøggustovu til ellisheim. Har øll sluppu at royna seg.

Sum heild kunnu vit siga at tiltakið eydnaðist sera væl. Veðrið var praktfult, og øll vóru glað og positiv. Serliga stuttligt var vitjanin á ellisheiminum Sýnini, har stuttligt var, at síggja gleðini hjá teimum elstu borgarunum í Oynni, sum hugnaðu sær saman við børnunum.

Heilsan

Frítíðarskúlin Smílikullan í Vága Kommuna

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder