JN

Spæla fótbóltdyst 24 tímar út í eitt - myndir

....

2014-12-28 07:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Klokkan 19:00 leygardagin, byrjaði maratonfótbóltdysturin, sum 07 Vestur skipar fyri á Giljanesi. Dysturin verður spældur 24 tímar út í eitt, t.v.s. at sjálvur dysturin endar í dag(sunnukkvøldið) klokkan 19:00.

Fyri at fáa tað so hugnaligt sum gjørligt fyri áskoðarar, er eisini matarsøla við kaffi og øðrum opin alt døgnið. Tíðliga sunnumorgunin, verður eisini morgunmatur við nýbakaðum, heimabakaðum bollum, bakaðir sama morgun.

Støður:

Klokkan 20:30 - 13-26 

Klokkan 22:00 - 39-57 

Klokkan 23:00 - 59-70

Klokkan 01:30 - 93-109

Klokkan 03:30 - 138-158

Klokkan 05:30 - 207-198

Klokkan 09:30 - 226-226

Klokkan 10:00 - 240-233

Klokkan 12:00 - 255-265

Klokkan 13:00 - 264-277

Her er øll skráin til Maratonfótbóltsdystin, sum byrjaði klokkan 19:00 og koyrir í 24 tímar. 

Leygardagin, 27. desembur
19:00 Dreingir U12
19:00 Kaffisøla, tombola og tipping letur upp
20:00 Dreingir U14
21:00 Dreingir U14
22:00 Dreingir U16
23:00 Per & Co.

Sunnudagin, 28. desembur
00:00 07 Vestur/MB menn
01:00 Menn
02:00 Menn
03:00 Menn
04:00 Menn
05:00 Menn
06:00 Menn
07:00 Menn
08:00 Dreingir U8
08:00 Morgunmatartilboð byrjar
09:00 Dreingir U10
10:00 Gentur U8/U10
11:00 Gentur U12
12:00 Gentur U14
13:00 Gentur U17
14:00 Torstein & Co.
15:00 Old Girls / Bíggjarkvinnur
16:00 Bíggjalið / nevnd og venjarar
17:00 Dreingir U18
18:00 Dreingir U18
19:00 Vinnarin av tippingini
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder