Tað kom sjálvsagt ikki óvart, at sosialistiska samgongan í verki fór at realisera sínar politisku ætlanir um at nationalisera vinnuna. Hesum hevur reyða kabinettið boðað frá seinastu 4 árini.
Fyrsta stigið bleiv so at handla "fólksins ogn", kalla royndaruppboðssøla, har kabinettið hevur tølt almenningin við páhaldum um, at onnur skuldu sleppa framat í høvuðsvinnuni - at klokkuklárar mannagongdir nú skuldu koma ístaðin fyri (korrupta) politiska útluting, soleiðis sum samgongumiðilin eisini hevur borðreitt fyri "eigarunum" av fólksins ogn - øllum tvingaðu KvF-kundunum.
Fiasko
Hvussu royndist so fyrsta politiska eksperimentið?
Jú, samanborið við sokallaðu almennu samgonguintentiónirnar ein rein fiasko.
Eingin nýggjur aktørur slapp framat (undantikið okkurt hissini). Men er tað so løgið?
Tí hvussu hugsar reyða kabinettið sær, at tað fer at bera til hjá nøkrum nýggjum aktøri at útvega fígging til keyp av skipi, tá eingin tryggleika yvirhøvur er fyri nøkrum fiskirættindum?
Og hvussu heldur kabinettið, at høvuðsvinnan fer at kunna endurnýggja seg undir slíkum politiskum sertreytum, har allur vinnustruktururin verður skipaður umvegis sosialistiska hugaheimin hjá útvaldum politikarum?
Hesir, sum síggja vinnuna sum ein trupulleika heldur enn ein møguleika?
Somu, sum heitt og fjálgt, antin umvegis almenna løn ella danska monopolstøðu, slettis ikki nýtast at hugsa um gerandisavbjóðingarnar í vinnuni?
Spekulantar ríka seg
At slóða fyri sínum páhaldum hevur samgongumeirilutin upp í saman umboðað sjónarmiðini um, at spekulantar ríka seg upp umvegis ogn alra, væl stuðlaðir av búskaparfrøðingum, hvørs fatan av vinnuni ikki er annað enn tillærd politisk ástøði, har gerandisdagurin verður skoðaður umvegis Excel-ørk og kostnaðarleysar politiskar metingar um, hvat er rætt og skeivt.
Hesum er almenningurin fóðraður, tøldur og (villeiddur) við seinastu mongu árini - at øll eru fyri vanbýti orsaka av spekulanta- og kraddaravirkemi hjá teimum politiskt útvaldu.
Manipulatiónin gekk sum eftir ánni. Reyða kabinettið fekk makt, sum tað hevði akt - og lagt varð bragdliga frá landi á sosialistiska royndartúrin.
Pallsettur leikur
Burtursæð frá øllum hurlivasanum higartil í landsstýri og samgongu, so er nú eisini komið til sjóndar, at famøsa royndarsølan eisini var ein glantrileikur. Tí kann tað undra, at verandi aktørar í høvuðsvinnuni yvirhøvur hava viljað luttikið í hesum pallsetta politiska leiki.
Royndaruppsølan hevur avdúkað ómegdina hjá landsstýrinum, men ikki veruligu intentiónirnar, nevniliga at máa støðið undan privatu høvuðsvinnuni.
??tlanin er at fullføra eina fullkomna uppsølu fyri allar partar av vinnuni fyri soleiðis at útvega landskassanum meira inntøkur til politiska umfordeiling.
Veruliga endamálið er, at almenu løntakararnir í takklæti fara at stuðla teimum, sum tryggja vaksandi alment virksemi og størstu politisku umfordeilingina.
Høgni og Hugo
Fyri at røkka evsta málinum, verður neyvan steðgað við søluni í høvuðsvinnuni, har allar nýíløgur fara at halda uppat, og har gamlar bíligar dangur fara at vera álitið. Ti verður politiskt neyðugt at taka "stóra stigið framá" (sitat Mao) og skipa landsreiðaríðið - eitt føroyskt KGH, sum eisini vóru ráðini frá búskapar- og fiskifrøðini í 1994, og sum júst somu flokkar og persónar tá lefraðu fyri.
Næstu at eiga tørn verður alivinnan. Og hví steðga her?
Mundi tað vera tí, at Høgni Hoydal kundi smýrast fjákut í Degi og Viku, har eingi kritiskir spurningar vóru settir um uppboðssøluna?
Trongdin til umfordeiling og betrivitan um, hvat tænir hinum best, er djúpt rótfest í politisku vitskuni hjá nýggju politisku elituni, so tað verður bara spurningur um at fáa "røttu" víðkaðu definitiónina uppá "fólksins ogn".
Og har er nóg mikið at ríva í - rættin til matstovuvinnu, hýruvogn, mjólkaframleiðslu, skjóta fugl, velta eplir, smíða hús - ja, bert politiska hugflogið setir mørkini.
Og meðan reyða kabinettið soleiðis kann semjast um at fáa pening til sosialistisku umfordeilingarnar, kann hon fyribils dusa sær í flógva búskaparliga undanvindinum og fólkavøkstrinum, sum undanfarna samgonga orsakaði.
Sjálvt Hugo Chavez hevði frøtst um politiska handalagið hjá reyða kabinettinum.
Bjarni Djurholm
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald