2017-06-02 18:42
Tummaas Hendriksen í Sørvági hevur saman við øðrum keypt gamla flakavirkið - Snarfrost - í Miðvági.
Alifyritøkan Hiddenfjord keypti virkið fyri nøkrum á árum síðan, teir hava brúkt Snarfrost til at frysta slógv av laksi. Men Hiddenfjord hevur útbygt nógv í Sørvági og hava flutt tað virksemið, sum teir høvdu á Snarfrost til Sørvágs.
Vit hava tosað við Tummas Hendriksen, hann sigur, at teir í komandi viku fara at byrja uppá tær ábøturnar, sum gerast skulu á virkinum í Miðvági, hann sigur, at nógv er at gera við virkið, tað skal klaðast uttan og innan verður eisini okkurt, sum hond má takast í.
Tummas roknar við, at seint í ár kann virkið starta upp, men hann leggur dent á, at teir koma at starta varliga.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald